VIDEO: Síggj góðu málini hjá U21 ímóti Georgia

(Video) Síggj hæddarpunktini frá U21 EM-undankappingardystinum Føroyar-Georgia 3-1 (3-1) her

TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá U21 EM-undankappingardystinum millum Føroyar og Georgia, sum var spældur á Tórsvølli ígjár.

 

Føroyar vunnu ein frálíkan 3-1 sigur. Øll málini komu í fyrra hálvleiki. Meinhard E. Olsen, Jákup Thomsen og Teit Jacobsen skoraðu føroysku málini. Teit Jacobsen gjørdi eisini sjálvmál í dystinum.

 

Talan er um upptøkurnar hjá FSF við Niels Petersen, sum frásøgumanni. Tað er ein georgisk YouTube rás, sum eitur "Sport Life", sum hevur lagt hæddarpunktini út á YouTube.