Tað eydnaðist Halli Hansson og liðfeløgunum at knógva seg upp á 8. plássið í grundspælinum í donsku superliguni við einum 3-2 heimasigri á Brøndby.
Hallur Hansson skoraði tvey av málunum hjá AC Horsens. Fyrst javnaði hann til 1-1, og so legði hann lið sítt á odda 2-1.
AC Horsens – Brøndby 3-2 (0-1)
0-1 Anthony Jung (18.)
1-1 Hallur Hansson (52.)
2-1 Hallur Hansson (60.)
2-2 Sigurd Rosted (64.)
3-2 Peter Therkildsen (90.)
Sigurin í dag var týdningarmikil á tann hátt, at AC Horsens - við hjálp frá øðrum úrslitum í dag - endar á 8. plássi í Superliguni. Tað merkir, at AC Horsens sjálvt kann velja hvønn bólk teir skulu í í niðurflytingarspælinum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum:
##med2##
AC Horsens hevur valt sær bólk:
Bólkur 1
1. OB - 33 stig
2. Lyngby - 32 stig
3. SønderjyskE - 27 stig
4. Silkeborg - 16 stig
Bólkur 2
1. Randers FC - 35 stig
2. AC Horsens - 34 stig
3. Hobro - 23 stig
4. Esbjerg fB - 18 stig