Hóskvøldið vann Füchse Berlin í dysti í bólki A í Champions League, á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin 38-34 á ungarska liðnum, Veszprem. Tá 15 minuttir vóru eftir av dystinum var ungarska liðið á odda 27-25. Men við einum góðum endaspurti vann Füchse Berlin enn ein Champions League sigur.
Hákun skoraði trý mál upp á fýra málroyndir.
Berlinarnir eru greitt oddalið í bólkinum við 18 stigum fyri níggju dystir.
Óli Mittún og liðfelagarnir í GOG høvdu í kvøld fína vitjan í bólki B í Champions League í Arena Svendborg høllini.
Á vitjan var katalanska stórliðið, GOG.
Í málinum hjá Barcelona er heimsins besti málverji, Emil Nielsen. Við 16 bjargingum átti hann sín stóra lut í, at Barcelona vann stórsigur 41-28. Í steðginum var Barcelona frammanfyri við sjey málum, 21-14.
Óli skoraði fýra mál, og hann legði eisini upp til trý mál (assist).
GOG er nummar seks í bólkinum við seks stigum fyri níggju dystir.
HER ber til frá Eurohandball at síggja samandráttir frá dystunum Hákun og Óli spældu hóskvøldið í Champions League:
##med2##
##med3##










