Video: Soleiðis rakti flóðaldan bygdina í Grønlandi

Nøkur videobrot hava verið løgd út, síðani flóðalduna í Grønlandi, men hetta vísir av álvara ræðuleikan.

Nøkur videobrot hava verið løgd út, síðani flóðalduna í Grønlandi, men hetta vísir av álvara ræðuleikan. Tað var leygarkvøldið, at flóðalda rakti vestursíðuna í Grønlandi, og framvegis eru fýra fólk saknað. 

 

 

 

Síðani eru fleiri bygdir á vestursíðuni evakueraðar, tí enn er vandi fyri enn einari flóðaldu. Síðani hevur stórur vilji úr Føroyum verið fyri at hjálpa grannum okkara í Grønlandi, og felagsskapir og landsstýrið hava sent peningaligan stuðul í hesari kreppu tíð. 

 

 

 

Enn er ikki vist, nær støðan á vestursíðuni av Grønlandi er trygg aftur. Orsøkin er, at enn sær út til, at eitt stórt stykkið av fjallasíðuni, sum rapaði leygardagin, kann rapað til eina og hvørja tíð. Fleiri tyrlur og skip halda eyga við fjallasíðuni, og nú verður mett um, hvussu stórur vandin er fyri, at tað hendir aftur. 

 

 

 

KNR hevur lagt videobrotið út.