VIDEO: Soleiðis tryggjaði AIK sær sigurin í 96. minutti

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Brommapojkarna 2-1 (1-0)

Mikkjal K. Thomassen mátti bíða heilt til 96. minuttin fyri at síggja lið sítt, AIK Stockholm tryggjað sær ein 2-1 sigur á Brommapojkarna á Strawberry leikvøllinum í Stokkhólmi.

 

Fagnaðurin var risastórur á heimafjøldini, tá Kevin Filling stútaði bóltin í netið í 96. minutti. Thomas Poppler Isherwood legði AIK á odda við einum stútara 10 minuttir undan steðginum. Tá 64 minuttir vóru leiktir javnaði útiliðið til 1-1.

 

AIK er triðfremst í deildini við 43 stigum. AIK hevur trý stig upp til Hammarby, ið er næstfremst í deildini við 46 stigum. Mjällby er langt fremst við 56 stigum.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum AIK Stockholm-Brommapojkarna 2-1 (1-0):

##med2##