VIDEO: Storhamar mátti lúta fyri Esbjerg í Champions League

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Esbjerg-Storhamar 30-24 (17-14)

Mynd: Eurohandball

Landsliðsliðskiparin, Pernille Brandenborg og liðfelagarnir í Storhamar leiktu fyrr í dag dyst í bólki A í Champions League. 

 

Dysturin var á útivølli móti Esbjerg, ið hevði tapt báðar teir fyrstu dystirnar í bólkaspælinum. Í dag gekk tó væl hjá Esbjerg, ið vann 30-24 á Storhamar. Esbjergensarnir vóru á odda 17-14 í steðginum. 

 

Pernille skoraði fýra mál upp á seks málmøguleikar.

 

Storhamar hevur sum Esbjerg tvey stig fyri tríggjar dystir í bólki A.

 

Longu mikudag klokkan 17 skulu Pernille og liðfelagarnir aftur í eldini. Tá verður talan um útidyst í bestu norsku deildini móti Oppsal. 

 

HER ber til at síggja ein samandrátt frá dystinum Esbjerg-Storhamar 30-24 (17-14). Pernille sæst við nummar 18 á rygginum:

 

##med2##

 

Mynd: Eurohandball