VIDEO: Viljormur og Vejle taptu á útivølli í Haderslev

(Video) Síggj hæddarpunktini frá SønderjyskE-Vejle 1-0 (0-0)

Viljormur Davidsen hevði fingið álitið hesaferð, og var við frá dystarbyrjan á vinstra bakki hjá Vejle sum vitjaði SønderjyskE niðri í Haderslev í dysti í bestu donsku fótbóltsdeildini.

 

Vejle hevði teir flestu málmøguleikarnar, og teir raktu eisini træverkið hjá SønderjyskE, men tá dysturin var liðugur var tað heimaliðið sum hevði vunnið 1-0. Sigursmálið skoraði Victor Ekani seint í seinna hálvleiki.

 

Vejle Folkeblad letur væl at spælinum hjá Vejle, men harmast tapið. Vejle er nú aftast í donsku Superliguni við ongum stigi. Vejle er einasta liðið sum einki stig hevur fingið higartil. 

 

Komandi sunnudag tekur Vejle móti verandi meistarunum, Brøndby.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum millum SønderjyskE og Vejle: 

 

##med2##