VIDEO: Vónbrot hjá Hannover í ársins seinasta dysti

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Hannover-Burgdorf - Minden 26-26 (12-14)

Hannover-Burgdorf var greiður favorittur undan ársins seinasta dysti, heimadystinum í bundesliguni í ZAG Arena høllini, har botnliðið, Minden var mótstøðuliðið.

 

Vilhelm Poulsen skoraði við einum væl uppspældum máli til støðuna 26-23 til Hannover, tá tríggir og ein hálvur minuttur var eftir av dystinum. Men seinastu løtuna megnaði Hannover ikki at skjóta fleiri mál, meðan Minden skoraði trý mál, og tryggjaði sær javnleik 26-26. Móti dystarenda hevði málverjin hjá Minden eina dupultbjarging.

 

Í steðginum var Minden á odda 14-12.

 

Vilhelm skoraði trý mál upp á seks málroyndir, og hann legði eisini upp til trý mál.

 

HER ber til frá DYN Handball at síggja ein samandrátt frá dystinum. Eitt frálíkt mál og eitt upplegg til mál hjá Vilhelmi (nummar 9) síggjast í samandráttinum:

 

##med2##