Víkingur Reykjavík vann toppuppgerð á heimavølli

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir eru næstfremst

Hóskvøldið var toppdystur í bestu íslendsku fótbóltsdeildini á Víkingavøllinum í Reykjavík, har Stjarnan kom á vitjan hjá Gunnari Vatnhamar og liðfeløgum hansara í Víkingi Reykjavík.

 

Víkingur vann dystin 3-2. Stjarnan var á odda bæði 1-0 og 2-1, men tað eydnaðist Víkingi at svara aftur og toga sigurin heim.

 

Víkingur Reykjavík-Stjarnan 3-2 (1-1)

0-1 Örvar Eggertsson ('5)

1-1 Elías Már Ómarsson ('21)

1-2 Andri Rúnar Bjarnason ('52)

2-2 Elías Már Ómarsson ('54)

3-2 Óskar Borgþórsson ('83)

 

Víkingur er næstfremst í deildini við sjey stigum fyri tríggjar dystir. KR er fremst í deildini við níggju stigum.

 

Ari í Haraldsstovu Petersen sat aftur á beinkinum sum eykamálverji í kvøld, tá lið hansara, ÍBV á heimavølli tapti stórt 2-6 (0-4) fyri KR. Støðan var 6-0 áðrenn ÍBV megnaði at pynta um úrslitið.

 

ÍBV er aftast í deildini við bert einum stigi.