Bjørn Kalsø, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin hevur í dag lagt fyri Løgtingi uppskot um broyting í lógini um almannapensjónir.
Hann sigur, at endamálið við uppskotinum er at broyta mótrokningina í fólkapensjónini hjá giftum, soleiðis at tað frameftir ikki verður mótroknað í inntøku hjá hjúnafelaga.
Ætlanin við uppskotinum er ikki at leggja seg út í, hvørt pensjónistar velja at liva saman í hjúnalag ella ikki. Hinvegin er umráðandi, at tað ikki er ein ov stórur fíggjarligur bági, hjá pensjónisti at verða giftur, sigur Bjørn Kalsø.
Hann leggur afturat, at uppskotið eigur at geva einum komandi landsstýrið íblástur at fara undir eina tilgongd, har lóggáva á øðrum økjum verður gjøgnumgingin, við tí fyri eyga, at lúka burtur fíggjarligar vansar, sum fólk renna seg í, um tey velja at liva saman í hjúnalagi.