Jenis av Rana, landsstýrismaður í mentamálum, skal nú greiða Løgtinginum frá, hvussu tað gongur at talgilda føroysku bløðini. Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, vísir á, at fyri nøkrum árum síðani fór Landsbókasavnið undir at leggja gomlu føroysku bløðini út á alnetið, og tað hevur verið ein stórur fyrimunur fyri tey ið skriva um søguligar hendingar, og fyri onnur, ið hava áhuga fyri gomlum tilfari.
Higartil eru flestu føroysku bløðini sum komu út áðrenn ár 2000, løgd út á alnetið, og ætlanin var eisini at leggja nýggjari bløð út, men tað arbeiðið er ikki komið víðari.
Helgi Abrahamsen spyr tí Jenis av Rana, um arbeitt verður við at leggja nýggjastu bløðini í savninum út á alnetið, og um so er, nær verður so roknað við, at arbeiðið verður liðugt?