Í einum vælferðarsamfelag sum okkara átti tað at verið sjálvsagt, at eisini tey, sum eru komin sera illa fyri, fáa nøktaðan ein so grundleggjandi tørv sum at fáa tak yvir høvdið og hava eitt virðiligt lív. Tað heldur Rósa Samuelsen, tingkvinna fyri Sambandsflokkin.
Samstundis er tað eisini hennara sannføring, at tað er ein politisk uppgáva at hava ein nøktandi sosialpolitikk og bústaðarpolitikk, og at skapa neyðugu karmarnar, soleiðis at eisini tey, sum eru komin illa fyri, eisini kunnu fáa ein hóskandi bústað.
Tí hevur løgingskvinnan fyri Sambandsflokkin nú spurt Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálim, um nakrar ætlanir eru á hesum øki.
Sostatt spyr hon nú landsstýriskvinnuna, hvussu nógvar kommunalar íbúðir ella bústaðir tilsamans eru kring landið til støk, skakar uppihaldarar og fólk við rúsdrekkatrupulleikum. Samstundis spyr hon landsstýriskvinnuna, hvussu stórur, hon metir, tørvurin er á bústøðum til hesar bólkarnar í samfelagnum.
Og hon spyr eisini, um tað er munur á, hvussu tær ymsu kommunurnar taka sær av hesum trupulleikanum, og um kommunur yvirhøvur hava heimild til at játta pening til at byggja íbúðir til hesar serligu málbólkarnar.
Og at enda vil Rósa Samuelsen hava at vit, hvør myndugleiki tað í roynd og veru er, sum hevur ábyrgdina av hesum økinum, um tað eru Landið ella tað eru kommunurnar, ella um nakað stendur í lógini um, hvør hevur ábyrgdina av teimum.
– Tað er ein serligur bólkur av okkara borgarum, sum hevur sera trupult við at fáa tak yvir høvdið, og sum er dottin heilt niðurímillum í teimum bústaðarpakkum, sum tað almenna hevur arbeitt við hesi seinastu árini – og eisini bústaðapakkanum, sum arbeitt verður við í løtuni. Harafturat er tað ógvuliga ymiskt, hvussu landsmyndugleikarnir, og kommunumyndugleikar, taka ábyrgd av hesum málbólkum.
Tað, Rósa Samuelsen hugsar um, eru sosialir bústaðir, sum eiga at verða markaðir til hesar avmarkaðu bólkar.
Hon heldur, at betri umtøður á hesum øki kunnu vera leiðin til eitt betri lív. Tað kann gerast ein stórur samfelagsligur vinningur at tillaga bústaðarbygging til tørvin hjá hesum bólkunum.
Samstundis heldur hon, at bæði búskaparliga og sosialt. hevur tað sera óhepnar avleiðingar fyri samfelagið, at sosialt byggjarí ikki er skipað nóg væl, og at vit, at kalla, hava heimleysar borgarar í landinum, bæði familjur, vaksin og børn.
Hon sigur, at hetta eru fólk, sum ongan góðan hava, men hon heldur eisini, at tað er ein politisk uppgáva at hava ein nøktandi sosialpolitikk, og bústaðarpolitikk. Landsstýriskvinnan í almannamálum skal svara spurningunum um nakrar dagar.