Vil royna cannabis heilivág í Føroyum

Nógvir sjúklingar stríðast við ringa pínu, og annan treða, sum vanligur heilivágur ikki hjálpir nakað serligt fyri, staðfestir Jenis av Rana

Er nøkur ætlan um, at lata sjúklingar í Føroyum fáa høvi at royna cannabis heilivág?

 

Tað er ein spurningur, Jenis av Rana, løgtingsmaður, og kommunulækni, nú vil hava Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, at svara upp á.

 

Hann visir á, at danska fólkatingið hevur samtykt fara undir eina fýra ára royndarskipan, sum byrjar næsta ár, har sjúklinga fara at fáa møguleika at verða viðgjørdir við nattúrligum cannabisúrdráttum.

 

– Talan er ikki um almenna nýtslu, men um heilivág til ávísar sjúklingar við ávísum sjúkum, eitt nú sclerosu og krabbameini.

 

– Mong av hesum stríðast við pínu og onnur sjúkueyðkenni, sum vanligur heilivágur illa hjálpir fyri, umframt at svár hjáárin kunnu standast av vanliga heilivágum í teim nøgdum, sum lætt kunnu krevjast, sigur Jenis av Rana

 

– Harumframt fáa eisini sjúklingar við krabbameini, og sum eru í kemo- ella stráluviðgerð, ið mangan stríðast við vaml og spýggju, høvið at royna hesar úrdráttir.

 

– Í løtuni hava einana føroyskir serlæknar innan ávís øki møguleika at geva teir cannabisheilvágir, sum í dag eru tøkir, sigur hann.

 

Hann staðfestur, at talan er ikki um at gera cannabisheilivág frían at brúka, tvørturímóti er talan um ein skipan, sum skal umsitast av læknum og veitast ávísum væl nágreinaðum sjúklingabólkum á ein tryggan og lógligan hátt.

 

Royndarætlanin í Danmark væntast at fara at fevna um einar 1200 sjúklingar, sigur Jenis av Rana.