Landsliðsleikarin, Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Recken Hannover-Burgdorf spældu í kvøld dyst á útivølli í týsku bundesliguni.
Mótstøðuliðið í Flens Arena høllini var Flensburg-Handewitt. Heimaliðið vann ein greiðan 37-29 sigur á Hannover. Í steðginum var Flensburg á odda 18-13.
Vilhelm skoraði eitt mál upp á tveir málmøguleikar, og hann legði eisini upp til eitt mál (assist).
Hannover hevur fingið eina heldur haltandi byrjan upp á kappingina í bundesliguni, og teir eru fjórðaftast í deildini við tveimum stigum fyri tríggjar dystir.
Komandi hóskvøld klokkan 18 verður føroyingauppgerð í ZAG Arena høllini í Hannover. Tá taka Vilhelm og liðfelagarnir móti Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, og hansara liðfeløgum í THW Kiel.