Vilja hava greið boð um sálarsjúku

Avvarðandi hjá sálarliga sjúkum vilja hava greið boð um sálarsjúkuna, sum teirra nærmastu eru rakt av.Tað er ein av niðurstøðunum í spurnarkanning millum avvarðandi Avvarðandi hjá sálarliga sjúkum vilja hava greið boð um sálarsjúkuna, sum teirra nærmastu eru rakt av. Vantandi upplýsing elvir bara til misskiljingar og óvissu.

Tað er ein av niðurstøðunum í spurnarkanning, sum Annlis Bjarkhamar hevur gjørt millum avvarðandi hjá sálarsjúkum. Kanningin varð løgd fram fríggjadagin.

- Kunnleiki til sjúkuna, sjúkueyðkennini, viðgerð og útlit gera, at tey avvarðandi betri eru før fyri at skilja tann sjúka, ta viðgerð tey fáa, og tey kunnu eisini betri hjálpa og stuðla tí sjúka, verður sagt í frágreiðingini.

- Tilboð um upplýsing, undirvísing og skeið eiga at standa øllum avvarðandi í boði, og øll eiga at hava møguleika at ogna sær ta vitan, teimum tørvar, fyr at megna leiklutin sum avvarðandi, stendur at lesa í frágreiðingini um avvarðandi hjá sálarsjúkum.