Vilja hava greiði á óvissu um læknar á Tvøroyri

Støðan er ikki nøktandi, staðfestir løgtingsmaður

 

 

Tað hevur leingi verið ringt at fáa kommunulæknar í fast starv í Suðuroy – men nú vil Bjarni Hammer, tingmaður fyri javnaðarflokkin hava eina óvissu um kommunulæknaviðurskiftini á Tvøroyri, beind av vegnum.  Tí hevur hann nú reist málið fyri Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum og nú skal hann so greiða frá, hvussu landið liggur.

 

Á Tvøroyri eru tvey kommunulæknastørv til tey 2700 fólkini í Norðaru helvt í Suðuroy og har er ein kommunulækni í føstum starvi. Men hann er bara hálva tíð, so hin helvtin av starvinum verður røkt av skiftandi vikarum. Hitt starvið verður røkt av vikarum burtur av, men í 12 vikur hevur bara ein lækni verið á Tvøroyri, og tað er als ikki nøktandi, heldur Bjarni Hammer.

 

 Heilsutrygd hevur søkt eftir læknum fleiri ferðir, men tað gongur illa at fáa nakran at søkja. Men Bjarni Hammer sigur, at hann hevur fingið upplýst, at nú hevur ein kommunulækni hug at átaka sær starv á Tvøroyri. Hann hevur fingið upplýst, at talan er um ein føroyskan kommunulækna við góðum royndum, sum hevur hug at átaka sær eitt starv á Tvøroyri. Bjarni Hammer sigur, at í fyrsta umfari varð søkt um starv sum avloysari. Men hann heldur, at kann hesin læknin fáa somu sømdir, sum verandi lækni í hálvtíðarstarvi, hevur, fer áhugin bara at økjast.

 

– Hesi gleðiligu boðini hava tó longu fingið eitt skot fyri bógvin. Tí nú áhugi aftur er fyri at starvast í Suðuroynni, vil Heilsutrygd kortini ikki hava fleiri læknar í Suðuroynni. Bjarni Hammer sigur, at sostatt hevur hann fingið upplýst, at Heilsutrygd vil ikki seta læknan í starv, tí at tað er nokk av læknum í Suðuroy.

 

Bjarni Hammer sigur, at tí vil hann hava eina frágreiðing frá landsstýrismanninum og tískil hevur hann nú sent honum ein skrivligan spurning um málið.

 

John D. Olsen, fulltrúi á Heilsutrygd sigur, at seinast tey søktu eftir kommunulækna til viðtaluna á Tvøroyri, tí har er stórt trot á lækna í føstum starvi. Tá var eingin umsøkjari, men tey fara at søkja aftur seinni í ár og so er spurningurin, hvussu tað fer at roynast tá.

 

Hann sigur at tað kann vera, at en lækni hevur søkt um at sleppa suður á Tvøroyri at arbeiða sum vikarur í eina tíð, men at tað ikki hevur borið á mál, tí at tað ikki hevur passa inn í skipanina akkurát tá. Men at tey hava nokta nøkrum lækna starv í Suðuroy, vísir hann aftur.