Vilja hava øll ferðafólk at vera í masku

Strandferðslan herðir nú tilmælini til ferðafólk við skipum og bussum

Strandferðslan herðir nú aftur koronu-tilmælini til tey, sum ferðast við skipum hjá Strandferðsluni og bussum hjá Bygdaleiðum.

Tað ger Strandferðslan tí tey ásanna, at nú vit nærkast jólum, og nógv fólk kemur til landið, er økist vandin eisini alsamt fyri, at korona fer aftur at ganga í Føroyum.

Tískil heitir Strandferðslan nú á øll ferðafólk um at vera í masku, tá ið ferðast við bussi ella skipi. Ferðafólk skulu helst longu vera í masku, tá ið tey fara umborð á skipini, ella í bussin og tey skulu verða verandi í maskuni á øllum túrinum. Tó kunnu fólk fara úr maskuni, tá ið tey sita og eta og drekka og tá ið tey eru í sínum egna bili.

Strandferðslan sigur, at hava fólk ikki masku, fáast tær til keyps umborð á Strandfaraskipum og í bussum.

Harumframt heitir Strandferðslan á ferðafólk um at halda neyðuga frástøðu frá øðrum ferðandi og starvsfólki.

– Ferðafólk hava hvørki atgongd til brúnna á skipunum, ella til messuna, og heldur ikki til onnur øki hjá manningini. Og tað verða fólk biðin um at virða, tí fær onkur av manningini koronu, kann tað fáa stórar avleiðingar fyri siglingina.

Tey, sum koma úr útlondum, skulu ansa serliga væl eftir at halda seg burtur frá fólki til tey hava fingið úrslitið av kanningini, tá ið tey komu til Føroya.

Tað verður eisini heitt á tey um at sita niðri allan túrin, og at ferðast sum minst ímillum hini ferðafólkini. Og tað verður staðiliga mælt til, at tey lata seg kanna sætta dagin eftir, at tey eru komin til Føroya.

Strandferðslan vísir eisini á, at umborð á Smyrli er serligt pláss sett av til fólk, sum koma úr útlondum og skulu til Suðuroyar. Tað plássið er á dekki seks í stýriborð, í hølinum sum eitur Beinisvørð.

– Fólk verða biðin um at sita niðri allan túrin og ikki at vera saman við hinum ferðafókunum, og hava tey brúk fyri nøkrum, fær manningin hjálpt teimum við tí. Og har hava tey eisini wc fyri seg sjálvi.

Sum heild verður eisini heitt á fólk um at vaska sær ofta og væl um hendurnar og at spritta sær um hendurnar tá ið tey ikki hava vatn og sápu.

Fólk verða biðin um at halda seg passaliga langt frá øðrum fólki, og tey skulu hosta og njósa í ermuna - ikki í hendurnar. Og samstundis skulu tey einki kropsligt samband hava við onnur, hvørki lógvatak, klemm ella muss.

– Minst til, at vit kunnu øll vera smittuberarar, hóast vit eingin sjúkutekin hava, minnur Strandferðslan okkum á.