Viljormur og liðfelagarnir framvegis oddalið

Viljormur Davidsen og liðfelagarnir vunnu ein góðan 1-0 útisigur í Fredericia í dag

Viljormur Davidsen spældi allan dystin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, tá lið hansara, Vejle vann ein góðan 1-0 útisigur í grannauppgerðini ímóti FC Fredericia.

 

Sigurin ber við sær, at Vejle er nú einsamalt oddalið við 31 stigum. Fílabeinsstrandingurin, Adriel Avila skoraði sigursmálið tá 37 minuttir vóru farnir av dystinum.

 

Liðið hjá Jákupi Thomsen, Thisted FC er nummar tvey í deildini við 28 stigum. Thisted spældi javnleik 2-2 ímóti Viborg á útivølli, sum var eitt gott stig hjá Thisted, men tíverri var eingin spælitíð til Jákup Thomsen í dag. 

 

Heini Vatnsdal var við frá dystarbyrjan, og Finnur Justinussen fekk teir seinastu 20 minuttirnar á vøllinum, tá lið teirra Fremad Amager á heimavølli í Sundby á Amager tapti 0-1 uppá eitt sigursmál Kristian Lindberg skoraði fyri útiliðið, Roskilde FC stutt undan steðginum. 

 

Komandi sunnudag spælir Vejle útidyst ímóti botnliðnum, Brabrand. Fremad Amager vitjar HB Køge á útivølli, og Thisted tekur ímóti Skive.

 

Støðan:

 

1

Vejle

15

9

4

2

26

15

11

31

2

Thisted

15

8

4

3

27

20

7

28

3

Vendsyssel FF

15

7

5

3

28

18

10

26

4

Esbjerg fB

15

7

4

4

25

17

8

25

5

HB Køge

15

6

4

5

19

16

3

22

6

Viborg

15

6

3

6

29

25

4

21

7

FC Roskilde

15

6

3

6

23

22

1

21

8

Nykøbing FC

14

5

2

7

18

24

-6

17

9

Fremad Amager

15

5

2

8

11

23

-12

17

10

Fredericia

14

4

4

6

24

23

1

16

11

Brabrand

15

3

3

9

14

33

-19

12

12

Skive

15

2

4

9

22

30

-8

10