Tað var talan um ein dyst ímillum tveir føroyingar, tá ið Vejle í kvøld fekk vitjan av AC Horsens í næstbestu donsku deildini. Viljormur Davidsen spældi allan dystin á vinstra bakki hjá Vejle, og tað sama gjørdi Sonni Ragnar Nattestad í miðverjuni hjá AC Horsens.
Tað vóru gestirnir úr Horsens, sum høvdu bóltin fyri tað mesta, men tó var tað Vejle, sum legði seg á odda 1-0 við máli frá Kristian Gaarde í 14. minutti. Bara seks minuttir seinni javnaði Jacob Berthelsen til 1-1, sum eisini gjørdist hálvleiksstøðan.
Góðar 20 minuttir inn í seinna hálvleik legði Andreas Albers Nielsen Vejle á odda 2-1, og tá ið AC Horsens ikki gagnnýtti trýst og fleiri møguleikar, so kundi Christian Sivebæk í yvirtíðini staðfesta ein 3-1-sigur hjá Vejle.
Við tapinum er AC Horsens nú av álvara dragnað í oddastríðnum og er á 5. plássi við 23 stigum. Tað eru 14 stig til uppflytingarplássið, men teir mangla at spæla ein dyst. Vejle er á 8. plássi við 18 stigum, sum einans eru trý stig frá niðurflytingini.