Nú byrjar av álvara merkjast á veðrinum, at vit eru komin at enda í oktober mánað. Sambært donsku veðurstovuni DMI verður nevniliga møguleiki fyri bæði vátaslettingi og heglingi um vikuskiftið, meðan hitastigini so spakuliga nærkast 0.
Fríggjadagur:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, ið seinni á degnum snarar í ein norðan og landnyrðing, 10 til 15 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft við ælum, kanska við heglingi ella vátaslettingi. Hitin alt døgnið millum 3 og 8 stig.
Leygardagur:
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norði og landnyrðingi, 10 til 15 metrar um sekundið. Út á kvøldið minkar hann um vindin til gul til stívt andøvsgul av norðan, 5 til 10 metrar um sekundið. Skiftandi skýloft og nøkur fá æl og møguleiki fyri vátaslettingi. Hitin millum 4 og 8 stig, um náttina niður móti 2 stigum.
Sunnudagur:
Gul til stívt andøvsgul av norði, 5 til 10 metrar um sekundið. Mest skíggjað og nøkur einstøk æl við vátaslettingi. Hitin alt døgnið millum 2 og 7 stig.
Mánadagur:
Lot til andøvsgul av norði, 2 til 7 metrar um sekundið. Mest skíggjað og turt. Hitin alt døgnið millum 2 og 7 stig.

Vindur, regn og vátaslettingur

