Í nógva vindinum, sum var mánakvøldið og týsnáttina, var eisini okkurt óhappið. Mánakvøldið tók vindurin tvær el-linjur á Argjavegnum niður. Hetta var um átta tíðina á kvøldi. Streymurin fór onkustaðni, men SEV fór á staðið og rættaði skaðan upp aftur.
Annars er ikki nógv hent, hvat stormi viðvíkur. Okkurt var fokið inn í ein parkeraðan bil í Eysturbýnum, og verður hetta fingið í rættlag aftur ígjøgnum tryggingina.