Teir báðir, Fríðin Ziskason og Todi Jónsson, hava verið vinmenn í nógv ár. Teir vóru floksfelagar í skúlanum, og í KÍ hava teir verið á liði saman øll ungdómsárini. Árgangurin hjá teimum báðum, 1972, var sera góður hjá KÍ, og teir vunnu mangt eitt steypi á yngri árum. Báðir komu teir eisini á besta liði hjá felagnum í ungum aldri, og hóast tað nú eru nógv ár síðani, at Todi fór úr Klaksvík, hava teir báðir altíð hildið sambandið við líka.
Løtt uppgáva at dekka Toda
Tá ið vit fingu eitt stutt prát við Fríðin Ziskason áðrenn dystin, segði hann, at hann vónandi slapp á vøllin at dystast við vinmannin. Fríðin verður bæði nýtur sum verjuleikari og miðvallari, men sjálvur vónaði hann at sleppa at dekka Toda. - Tað hevði verið ein løtt uppgáva, tí eg kenni hann so væl, helt Fríðin Ziskason skemtandi fyri undan dystinum.
Fríðin kom ikki á vøllin fyrr enn seint í dystinum, og tá var Todi ikki longur á vøllinum fyri FC Keypmannahavn, so tískil gjørdist ikki talan um nakra uppgerð teirra millum. Hinvegin kundi Fríðin fegnast um at hava verið við til at bast donsku meistarunum, og tað er ein uppliving í sjálvum sær hjá einum og hvørjum føroyskum fótbóltsleikara. At Fríðin so eisini hevur okkurt at arga Toda við næstu tíðina, ger neyvan upplivingina minni hjá Fríðin Ziskason.