Hóast flestar aðrar stjórnir í vesturheiminum leggja stóran dent á at fáa so nógva ferð á búskapin sum gjørligt, so roynir landsstýrið við kreppupakkanum ella ólavsøkupakkanum at bera so í bandi, at hallið á fíggjarlógini verður so lítið sum gjørligt.
Nakað sum í sær sjálvum er ógjørligt.
Men samstundis sum hesin kreppupakkin skal stimbra búskapin, so er ætlanin eisini at gera nakrar stórar bygnaðarligar broytingar.
- Hædd er eisini tikin fyri bygnaðarligu skeivleikunum, ið hava verið á fíggjarlógini seinnu árini, ið nú eru rættaðir, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.
Pakkin er gjørdur í trimum løgum. Ein virkisskapandi partur, ein partur við strukturellum broytingum og ein partur við rakstrartiltøkum.
Fleiri íløgur
Ein av ætlanunum í ólavsøkupakkanum, sum kreppupakkin verður nevndur, er at hava virkisskapandi tiltøk.
• 300 milliónir í Húsalánsgrunninum verða aktiveraðar. Hann skal veita lán til pensjónistar, til lutaíbúðir og til orkusparandi tiltøk.
• Rentustuðulin til sethúsabygging verður avtikin. Tær 60 milliónirnar, ið á konto, verða leysgivnar. – Hetta er ikki ein uppgáva fyri landskassan, men fyri fíggjarstovnarnar, sigur Jóannes Eidesgaard.
• Eisini verður íløgukarmurin á fíggjarlógini hækkaður við út við 100 milliónum úr 250 milliónum upp í 350 milliónir krónur. Peningurin skal eitt nú brúkast til skipabygging og bygging á almanna- og mentanarøkinum.
• MVG –stuðulin til sethúsabygging skal avtakast yvir trý ár.
• Ítróttahøll á Sandi
• Framhaldandi útbygging av landssjúkrahúsinum
• Útbygging av Flogvøllinum
• Ellis- og røktarheimið í Vági
• Marknaðarføra Føroyar sum feramannaland í útlondum.
Harafturat vónar landsstýrið, at gongd kemur á tunnilin til Eysturoynna, tí so verða enn fleiri pengar í lagi.
Eykaskattir
Brotið, sum landsstýrið nevnir bygnaðarligar broytingar er í stóran mun at leggja fleiri gjøld á tað sum er, umframt at nøkur nýggj gjøld verða.
• Inntøkutrygdin hjá sjómonnum verður flutt yvir á vinnuna at umsita. Soleiðis at skipanin líkist meira ALS skipanini.
• Víddargjald skal leggjast á alivinnuna.
• Partafelagsskatturin í fíggjargeiranum verður hækkaður.
• Tíðaravmarkaður eykaskattur á tvey prosent á inntøkur yvir 400.000 krónur. Hesin er tíðaravmarkaður til 2010 og 2011.
• Kapitalvinningsskatturin hækkar eisini frá 35 upp í 39 prosent. Hetta er eisini tíðaravmarkað.
• Innflutningurin av tollfríum tubbaki verður avmarkaður, soleiðis at framyvir kann bert helvtin av tí, sum er loyvt i dag, innflytast tollfrítt. Hetta merkir, at vit nú kunnu innflyta 100 sigarettir tollfrítt.
Við hesum vónar landsstýrið at vinna nakað inn av hallinum á fíggjarlógini.
Sparingar
Triðji parturin er Rakstrartiltøkini. Tey skulu geva tilsamans 75 milliónir krónur. Hetta kallar landsstýrið rationaliseringar. Hesin parturin rakar breitt.
- Útrokningar hjá búskaparfrøðingum vísa, at tiltøkini fara at stimbra búskapin við 1,3 prosentum fyrsta árið og út við 2 prosentum næsta árið, sigur Jóannes Eidesgaard, fíggjarmálaráðharri.
Somuleiðis fegnast landsstýrið, at hallið ikki sær út til at gerast alt ov stórt, hóast hetta illa samsvarar við tað restin av heiminum ger.
Eisini kann staðfestast, at summi landsstýrisfólk kenna seg harðari rakt enn onnur. Og serliga kapitalistiski vongurin kennir seg hava slúkt nógvar kamelar.