Tað var sjálvandi ein glaður og væl nøgdur Todi Jónsson, sum vit fingu orðið á hósmorgunin, áðrenn hann saman við liðfeløgunum setti kósina aftur móti danska høvuðsstaðnum.
Sum málskjútti var Todi helst størsta hetjan á danska meistaraliðnum, men meira enn málið, so mundu tað vera mongu milliónirnar, sum nú eru í eygsjón hjá Østergaard og teimum, sum stjólu yvirskriftirnar í donsku miðlunum.
Ætlaði sær meira
Einki er at ivast í ? og tað segði Todi eisini við sjónvarpið eftir dystin ? at málið hjá honum mundi vera týdningarmesta málið, sum hann hevur skotið fyri FCK.
Men er tað ikki í øllum førum eisini eitt av teimum so absolutt týdningarmestu málunum hjá tær persónligt?
- Tað er tað eisini. Hatta er jú ein av teimum stóru dystunum, sum tú sjáldan sleppur at spæla, so sjálvandi var tað nakað heilt serligt.
Tá tú skjýtur eitt mál sum hatta. Rennur tað so ikki gjøgnum tankarnar, at hatta skotið kanska var vert einar 40-50 milliónir krónur fyri felagið?
- Nei. Tað hugsar tú ikki um á vøllinum. Sjálvandi veitst tú, at tað er ein stórur dystur, men sjálvur hugsaði eg bara um, at nú ráddi bara um at gera eitt mál afturat, so vit eisini kundu vinna dystin.
Og tað var kanska heldur ikki so langt burturi, at hetta kundi eydnast. Eftir at skotska stórfelagið hevði lagt stórt trýst á fyrstu trý korterini, so var FCK munandi betri við eftir steðgin, og tó at teir heilt stóru møguleikarnir ikki komu, so lúrdi vandin alla tíðina.
- Tað er einki at ivast í, at høvdu vit verið eitt lítið sindur kaldari, so kundi tað eydnast okkum. Vit fáa jú eina katastrofala byrjan, men at vit høvdu javnað, vóru teir avgjørt til at tosa við, men okkara trupulleiki var kanska mest, at vit høvdu nýtt so nógva orku í verjupartinum, at vit ikki fingu framrættaða spælið at koyra soleiðis, sum vit vildu hava tað at gera.
Einki at óttast
Málið hjá Toda kom sum kunnugt tíðliga í seinna hálvleiki. Hóast føroyska gleði um hetta, so vóru tað helst mong, sum mundu óttast, tá Todi eitt korter fyri leiklok brádliga steðgaði upp í einum spurti. Armarnir vórðu eisini alt fyri eitt vendir móti skiftisbeinkinum, so ein útskifting kundi fáast í lag.
Tað líktist einum av teimum eftirhondini so væl kendu fipurskaðunum, sum Todi tíverri kennir alt ov væl, men boðini frá leikaranum sjálvum vóru eitt sindur sissandi í so máta.
- Eg kendi á tjúkkunum, at eg var um at fáa krampa. Tá veit eg eisini við mær sjálvum, at ein skaði ikki er so langt burturi, og tí bað eg alt fyri eitt um at verða skiftur út.
Soleiðis er líkt til, at Todi eisini kann verða partur av seinna dystinum móti Glasgow. Ein dystur, sum fer at gera av, hvørt avrikið í Skotlandi var til nakra nyttu yvirhøvur. Uppgerðin fevnir jú um tveir dystir, og tað er bert samlaði vinnarin, sum fær atgongd til Champions League og nógvu milliónirnar.
- Undan dystinum mikukvøldið varð mett, at Glasgow vóru favorittar at koma víðari. Tað eru teir kanska eisini framvegis, men við málinum í Glasgow eru tað í øllum førum vit, sum hava fyrimunin. Kanska ikki ein serliga stóran fyrimun, men og skora teir bara eina ferð í Parkini, so er tað burtur, men vit standa við betru kortunum, sigur Todi, og hann leggur afturat, at hann veruliga trýr upp á møguleikan.
- Skal metast eftir dystinum í gjár, so haldi eg ikki, at vit skulu vera so bangnir. Sjálvandi verður uppgávan trupul, men sum eg minnist dystin, so skaptu teir at kalla ongar møguleikar burturúr trýstinum, sum teir høvdu. Álopsleikararnir vóru heldur ikki av tí stóra, bretska slagnum. Tí høvdu teir heldur ikki tað vápnið, sum er at oysa bóltarnar inn í verju okkara, soleiðis sum bretsku liðini annars ofta gera, tá trýst skal leggjast á.
Hevur rindað skuldina
Og skuldi tað eydnast Toda og teimum at spælt seg víðari, so verður Todi fyrsti føroyski leikarin, sum av álvara er við í europeisku meistarakappingin. Har sum mótstøðuliðini kunnu vera Real Madrid, Juventus, Bayern München og Manchester United, bara fyri at nevna nøkur.
Skuldi tað borið soleiðis á. Er tað so ikki nakað av tí størsta, sum tú kann uppnáa sum fótbóltsleikari.
- Akkurát hvat er størst og ikki, er ofta ringt at taka dagar ímillum. Men tað er í øllum førum stórt. Tað eru jú nakrir av heimsins bestu leikarum, sum spæla her, og tað er í øllum førum ikki ofta, at tú hevur møguleikan at spæla móti slíkum, sigur Todi Jónsson at enda. Maðurin, sum fyrr í ár hevði ilt við at tosa seg til eina lønarhækkan í FCK, men sum mikukvøldið rindaði fyrsta avdrátt av lønarhækkanini. Við rentum.