Amerikanski sjónleikarin og rapparin Will Smith er stevndur av einum violinleikara, sum var á konsertferð saman við Smith í 2025.
Tað siga fleiri amerikanskir miðlar, eitt nú NBC News og Variety.
Violinleikarin Brian King Joseph ákærir Smith fyri kynsligan ágang, órættvísa uppsøgn og hevndargerð.
Sambært Variety ákærir Joseph kenda amerikanaran fyri "útnyttandi atburð" (predatory behavior).
Í sakarmálinum verður eisini lýst, hvussu sambandið millum Smith og Joseph gjørdist tættari á túrinum, og violinleikarin sigur, at Smith millum annað segði við hann, at "tú og eg hava eitt so serligt samband, sum eg ikki havi við nakran annan".
Sambært miðlunum snýr rættarmálið seg um eitt kvøld í mars 2025, tá Smith og liðið kring túrin skuldu spæla í Las Vegas.
Her sigur Joseph, at onkur "ólógliga" var komin inn á hotellkamarið hjá honum, meðan hann var burtur.
Trygdarfólkið á hotellinum upplýsti síðani, at einki tekin var um, at vald varð brúkt til at koma inn á kamarið, og bert fólk, sum vóru partur av leiðsluni hjá Smith, høvdu atgongd til kamarið, stendur í rættarmálinum, sambært NBC News.
Joseph sigur, at hann fann fleiri ting, sum ikki vóru hansara, tá hann kom inn í kamarið.
Talan er millum annað um serviettar, eina ølfløsku, ein oyralokk, HIV-heilivág við navni á onkrum øðrum á og útskrivingarpappír frá einum sjúkrahúsi til onkran, sum hann ikki kendi, skrivar miðilin.
Harumframt varð ein seðil eftir øllum at døma latin eftir við einum hjarta teknað á, við tekstinum: "Brian, eg komi aftur klokkan 5:30, bara vit, Stone F".
Sambært Variety tók Joseph seðilin sum eina ávaring um, at onkur fór at koma aftur í kamarið hjá honum at gera kynsligar gerðir við honum.
Joseph sigur, at hann boðaði hotellinum, umboðunum hjá Smith og løgregluni frá hendingini, og at hann síðani varð "skammaður" av einum leiðslupersóni og uppsagdur.
Will Smith hevur enn ikki gjørt viðmerkingar til málið.
/Ritzau/











