Nú er gongd loksins komin á at byggja í eini nýggjari útstykking í Vestmanna. Tað er annars rúm tíð síðani, at Vestmanna Kommuna gjørdi eina nýggja útstykking við 22 grundstykkjum. Tey vórðu øll seld, men síðani ljóðaði, at tað gekk illa at fáa húsini upp, tí bankarnir vóru so trekir at veita lán.
Men Pauli Trónd Petersen, borgarstjóri í Vestmanna, sigur við tíðindini á FM1, at nú er gongd komin á at byggja fýra av húsunum, og hann veit um fleiri hús, sum gongd eisini verður sett á at byggja í næstum.
Hann sigur, at hesa seinastu tíðina er virðið á húsum í Vestmanna mundandi hækkað, og sostatt hava bankarnir eisini munandi betri trygd í húsunum, enn teir áður hava havt. Og tað merkir, at tað eisini er munandi lættari at fáa fígging til at byggja fyri.
Pauli Trónd Petersen vísir á, at fyri fýra, ella fimm árum síðani, vórðu eini vanlig sethús í Vestmanna seld fyri einar 700.000 til 800.000 krónur. Men nú verða hús seld at kalla alt fyri eitt, tey verða lýst til sølu. Og tað feskasta dømi, hann veit um, er, at nýliga eru eini hús frá sekstiárunum seld fyri eina upphædd, sum er fleiri ferðir hægri.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Paula Trónd Petersen greiða frá húsamarknaðinum í Vestmanna, og hvat eini hús verða seld fyri nú á døgum.