VISTAPOINT – har tú kanst steðga á og njóta útsýnið

Nú málið um gongd í haga er komið framaftur, havi eg hug at koma við mínum hugskotum.

 

Ert tú ein av teimum hepnu, sum hevur koyrt á Highway One frá San Fransisco til Los Angeles, so hevur tú sæð fleiri skelti, har tað stendur VISTAPOINT. Har hesi skeltini standa, er eisini eitt hampuligt parkeringspláss. Har kanst tú steðga á og njóta útsýnið, tí vistapoint merkir júst, at har er útsýnið, ið er vert at steðga fyri. Vit kundu gjørt nakað líknandi her heima. Enntá skriva VISTAPOINT á skeltini, tí ferðafólk, sum koma hendavegin, vita hvat tað merkir.

Gøtan til vistapointið skal ikki vera koyrivegur, men bert ein varðagøta, sum fyrr í tíðini, um tað er langt at ganga. Fyrst skal gerast eitt parkeringspláss, og síðan ein góð eyrgøta at ganga á. Og bóndin velur staðið. Tað er umráðandi, at fólk halda seg á gøtuni og ikki traðka allan bøin ella hagan niður. Úti við vistapointið skal vera okkurt at seta seg á, t.d. ein bonkur.

Eg skilji væl, at bøndur ikki vilja hava fólk í hópatali at ganga í haganum. Onki kann vera verri enn, at tað í heilum koma í hundraðtali av fólki floymandi út yvir bøin ella hagan. Tað skal ikki nógv fantasi til at ímynda sær, hvussu bøurin ella hagin tá sær út.

Í nógvum londum er náttúran kanska ikki so viðbrekin, sum okkara. Fuglur kann gera reiður í trøðum, okkara fuglur reiðrast fyri tað mesta niðri á jørðini, í bønum, haganum og berginum. Aðrastaðni kunnu fólk ganga í skóginum, har er gøta at ganga á, tí annars er ikki framkomandi fyri ymsum vøkstri. Djóralívið verður ikki ov nógv órógvað.

Tú eigur ikki landið, sum tú eigur tíni undirklæðir. Tá vit syngja Føroyar mítt land, merkir tað, at landið er ein gimsteinur, sum vit skulu ansa eftir, fara væl um. Mín dýrasta ogn syngja vit so hjartaliga.

Seyðurin í haganum og á bønum er júst so vísiliga innrættaður, at hann hevur kløn bein og smáar kleyvar (føtur). Hann hevði skjótt doyð í hungri, um hann brúkti skógvar nr. 44.

 

Jonna Justinussen