Vit elska føroyskt sjónvarp

Dagur og vika savnar helvtina av føroyingum framman fyri skíggjan hvørt kvøld. Undirhaldssendingarnar eru ikki heilt so væl umtóktar, men ein hyggjarakanning prógvar, at skal sjónvarpinum verða lív lagað, so er føroyskt tilfar einasti vegurin fram

KANNING
Ingi Rasmussen

Føroyingar elska føroyskt sjónvarp. Um sendingarnar eru føroyskar væl at merkja.
Tað vísa úrslitini frá einari kanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Sjónvarp Føroya.
Tølini byggja á tvær hyggjarakanningar. Onnur varð gjørd somu vikuna, sum vetrarskráin byrjaði, tað er 15.-21. september, og hin varð gjørd 11.-16. november.
Kanningin vísir, at tað eru føroysku sendingarnar, sum draga fólk til Sjónvarp Føroya, meðan tær útlendsku sendingarnar sum heild liggja langt undir í hyggjaraáhuga.

Føroyskt vinnur
Dagur og vika er enn sum áður flaggskipið hjá SvF, ið siglir frá øllum hinum. Sambært kanniningin hyggja umleið helvtin av føroyingum eftir Dag og viku hvørt kvøld.
Onkran dag er talið heilt uppi á 60 prosentum, og tað munnu vera tøl, sum altjóða tíðindarásir hyggja langtandi eftir.
Tað er eisini áhugavert, at fólk ikki tykjast at zappa aftur og fram ,tá Johnsigurd Johannesen og Sigrún Brend vitja í stovuni. Gallup hevur eisini kannað, hvussu stóran part av sendingini, fólk síggja. Og har sæst, at tey, sum tendra fyri sjónvarpinum, tá Dagur og vika er á skíggjanum, síggja sendingina á tamb.
Áhugarvert er tað eisini, at útvið 5 prosent av føroyingum, ella 1.752 fólk, hugdu at teknmálstulkaðu tíðindasendingini í november.
Aðrar aktuellar sendingar, so sum Breddin og Kjakið hava ikki havt heilt somu undirtøku sum Dagur og vika, men kortini hevur umleið fjórði hvør hyggjari sæð hesar sendingar í september og triðji hvør í november.

Væl dámt undirhald
Stóra satsingin hjá SvF í vetur er spurnakappingin SATSA. Hon er løgd í bestu senditíð leygarkvøld og er ætlað at verða ein kapping fyri øll, har eisini hyggjarin kann luttaka í kappingini. Sostatt er meiningin, at hetta er sendingin, sum savnar familjuna Føroyar um eitt felags tiltak.
Um satsingin er eydnast, veldst um eygað, sum sær. Umleið 39 prosent søgdu seg hyggja at SATSA í november, meðan talið var góð 37 prosent í september. Eitt kvøld, tá útboðið er stórt á øðrum rásum, má sigast, at hetta er hampiligt, men kortini onki afturímóti, hvat Dagur og vika ger við føroyingar.
Borð um borð hevur verið ein onnur undirhaldssending á skránni hjá SvF í vetur, og sum frá leið stóð hon seg væl betur enn SATSA. Í september sá umleið triðji hvør føroyingur sendingina, men talið hækkaði heilt upp í 45 prosent í november.

Útlendskt tapir
Tølini vísa sum heild, at Sjónvarp Føroya hevur stak góða undirtøku millum føroyingar. Samstundis kann staðfestast, at útlendsku sendingarnar fáa nógv minni ans.
Talið av hyggjarum kemur sjáldan upp um 10 prosent, og ein altjóða succes-røð sum Ally McBeal fekk bara vitjan av 3987 fólkum, ella 11,34 prosentum, tá hon varð send fyri síðstu ferð. Av tí útlendska eru tað mest sum bara onkur hissini aktuell dokumentarsending, ið fær hyggjaratølini upp um tey 10 prosentini.
Hinvegin er góði gamli Inspector Morse ikki at kimsa at, tí umleið fimti hvør hyggur at honum. Danski Olsen-bandin ber kortini prísin, tí 11145, ella sløk 32 prosent hugdu at seinasta kvettinum í november.
Kanningin fær onki sagt um barnasendingarnar, sum Sjónvarp Føroya annars hevur gjørt nógv við síðsta árið, tí bara fólk yvir 15 ár eru spurd í kanningini.