Vit eru á ferð

Atlantsljómur II og Summartónar 2000 Tónleikur: Johannes Brahms (1833-1897) Ein má undrast á, at so væl er komið burturúr eftir bert nøkrum venjingum í einari viku, sigur ummælari okkara m.a. um framførsluna av Ein Deutsches Requiem hjá Brahms, sum var í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið

Akademisches Festouverture op. 80

Schicksalslied op. 54

Ein Deutsches Requiem op. 45


Dirigentur:

Yaacov Bergman

Sopran:

Berghild Poulsen

Bariton:

Lars Thodberg Bertelsen

Orkestur:

Austrian Art Ensemble

Sandnes Orkesterforening

Føroyskir tónleikarar

Kór:

Limir úr Dania Sonans

Ginnungagap

Havnakórið og aðrir sangarar.


?Her mitt í sjónum

her mitt í øllum vøtnum

tað syngur allastaðni:

Vit eru her.

Her flúgva fuglar

hvønn morgun yvir havið

vit vita eisini:

Vit eru á ferð?

Við hesum brotið úr ?Okkara land? úr SKEYK og annars vælvaldum orðum um stóru menningina í føroyska tónleikalívinum og eina tøkk til øll tey, sum leggja stórt arbeiði í at skipa fyri verkætlanum sum hesari, beyð Høgni Hoydal øllum vælkomnum til konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 1. juli. Høvið var framførslan, sum arbeitt hevur verið ímóti í verkætlanini ?Atlansljómur II?


Við fyri at læra

Og eitt er heilt sikkurt: tað syngur allastaðni. Tað ýur av tónleikarum og sangarum runt um í Føroyum. Vit hava sjálvi eitt ótal av kórum og sangbólkum, og tá so útlendskir tónleikarar og kór koma á vitjan okkum í vár- og summarmánaðunum, fer tað at syngja allastaðni og næstan allatíðina. Hvønn einasta dag eru upp til fleiri konsertir kring landið. Einki undur í, at ikki allar verða líka væl vitjaðar, og helst ikki nú, tá veðrið hevur verið so gott, at nógv hava hug at vera uttandura.

Hóast konsertin var væl lýst, bæði í fjølmiðlunum og við plakatum, var heldur ikki útselt hetta kvøldið. Ein skuldi annars væntað tað. Hóast heilt fitt av fólki hevði leitað sær niðan í Norðurlandahúsið, var høllin ikki heilt fullsett.

Og sum Høgni eisini segði, so eru slíkar stevnur við til at vísa, at ?Vit eru her?. Summartónar, Jazz-, Fólka- og Blues Festival og onnur tiltøk eru við til at seta Føroyar á heimskortið.

Tað er so tað. Eitt annað gott við slíkum stevnum er, at vit fáa høvi at vera við í slíkum stórverkum sum Brahms Requiem og teimum, sum kanska eru enn meiri krevjandi. Vit føroyingar eru á mangan hátt væl fyri sangliga og tónleikaliga, men vit hava gott av at syngja og spæla saman við útlendingum, sum eru meiri lærdir enn vit sjálvir eru. Á mangan hátt ?eru vit við fyri at læra?. Á kórstevnuni í ár sungu føroysku luttakararnir ?Sacred Consert? saman við Tritonus Kórinum hjá John Højby. Tey dugdu verkið frammanundan og vóru á einum hægri sangtekniskum støði enn flestu okkara. Mær dámar væl hendan arbeiðsháttin: tann óroyndi verður styðjaður og hevur góðar fyrimyndir undir liðini á sær. Úrslitið er, at vit fáa nógv burtur úr, læra nógv.

Eg billi mær inn, at soleiðis hevur eisini verið í hesum føri - við venjingini av tónleikinum hjá Brahms, hóast býtið millum roynd og óroynd var eitt annað enn til kórstevnuna. Úrslitið - konsertin - var í hvussu er ógvuliga gott.

Tey luttakandi - u. 110 sangarar og u. 50 tónleikarar - sótu longu klár tá áhoyrarnir komu í høllina. Tú fekk beinan vegin kenslu av, at tú kom til nakað stórsligið og fullfíggjað. Tey luttakandi hava óivað fingið vegleiðing um góðan atburð á palli. Onki skav og ongir nótar niður á gólvinum o.s.fr., slíkt sum bæði kann órógva framførsluna og áhoyrarnar. Luttakararnir vóru allir í svørtum, hóskandi til høvuðspunktið á skránni, eina deyðsmessu, eitt Requiem.


Kalt eftir rygginum

Fyrst á skránni, sum øll var við tónleiki eftir týska tónaskaldinum Johannes Brahms, var Akademisches Festouvertura. Hetta er veitslukendur orkesturtónleikur, sum Brahms hevur sett saman av ymsum studentarsangum, m.a. ?Gaudiamus igitur?. Orkestrið kom væl frá framførsluni og ein merkti at Yaacov Bergman hevði sera fasta og greiða leiðslu og eitt gott tak á tónleikarunum. Hetta var eitt eyðkenni við allari konsertini. Bara at hyggja at honum var ein fragd. Men eitt var hann kanska ikki harri yvir, og tað var javnvágin í orkesturljóðinum. Eftir mínum tykki vóru ikki nóg nógvar violinir, kanska eina mest 1. violinir, til at geva tað stóra súsið, sum í besta romantiska stíli kom fyri fleiri ferðir í konsertini. Tær rúgvaðu ikki nóg mikið. Eisini saknaði eg eitt nakað týðiligari bassljóð. Har vóru 4 kontrabassar og 5 celli. Kanska áttu fleiri kontrabassar at verið við.

Næst á skránni var ?Schicksalslied?, har Brahms hevur sett tónleik fyri kór og orkestur til orð eftir týska romantikaranum Friedrich Hölderlin. Hetta var vakurt framført bæði av orkestri og kóri og tað fór at renna kalt niður eftir rygginum tá ein hoyrdi teir 110 sangararnar syngja saman fyri fyrstu ferð. Kórið sang reint og fylgdi væl teimum ávísingum í dynamikki og tónleikaligum skapi, sum leiðarin framan fyri teimum gav. Hetta er romantiskur tónleikur, so tað munar. Tað eru tey stóru kensluligu strokini, sum Brahms málar við. ?Stóru dragandi linjurnar og kensluríka innihaldið eyðkenna henda tónleik og hava gjørt navnið Brahms elskað og virt .....? stendur m.a. skrivað í skránni. Hetta eru beinrakin orð um tónleikin hjá Brahms. Hóast framførslan eftir okkara málistokki var fyrsta floks, hevði undirritaði varhuga av, at leiðarin kundi havt fingið serliga kórsangararnar at gjørt framførsluna eitt sindur meiri ?dragandi? við at fingið teir til at sungið við meiri stuðli undir sanginum og harvið fingið meiri kropsliga dýbd í einstøku tónarnar. Men her er talan um grundleggjandi sangteknikk, sum ein kanska ikki lærir til fullnar uppá eina viku.


Kantata og Requiem

Eftir steðgin var Ein Deutsches Requiem á skránni. Men áðrenn vit komu so langt vórðu nøvnini á teimum, sum høvdu gjørt tey trý vinnandi uppskotini til nýggju Ólavsøkukantatuna, kunngjørd og virðislønir latnar. Kórsamband Føroya, sum hevur skipað fyri kappingini, hevði einki við konsertina at gera annars,nýtti bara konsertina sum eitt hóskandi høvi.

At Brahms var innhugsin og hevði heldur tungt sinnalag fingu áhoyrarnir í ríkt mát at kenna á konsertini sum heild. Ein Deutsches Requiem er eins og Schicksalslied í tí ?tyngra endanum? av tónleiki hansara. Tað er í 7 pørtum, sum íalt varaðu í einar 70-80 minuttir. Hóast messan fellur í tveir høvuðspartar, har partarnir 4-7 leiða tankarnar móti uppreisn og himmalskari sælu, meðan partarnir 1-3 meiri eru merktir av sorg og klagu, gongur ein tráður av tunglyndi gjøgnum alt verkið. Heldur ikki í sjálvum endanum, sum er ein lovprísing, er Brahms, hóast hátíðarligur, veitsluhýrdur.


Á ferð

Kanska kom tunglyndið at merkja kvøldið í meira lagi. Eg helt meg eisini hoyra, at sangarunum vóru farnir at møðast móti endanum. Kanska skuldi okkurt lættari verk enn ?Schicksalslied? verið valt áðrenn steðgin. Í hvussu er kendist tað gott hetta góðveðurskvøld at syngja ?Einki er sum summakvøld við strendur?, sum gjørt bleiv í samband við handanina av virðislønunum.

Men hetta tekur einki frá tí stórfingnað, tí vakra og tí dragandi tónleikinum, sum vit í salinum fingu at hoyra. Ein má undrast á, at so væl er komið burturúr eftir bert nøkrum venjingum í einari viku. Sjálvt um Havnakórið hevur sungið verkið fyrr, mugu venjingarnar hava verið munagóðar, tí sum heild virkaði framførslan gjøgnumførd og fullfíggjað.

Eisini komu songsolistarnir væl frá sínum pørtum. Barytonsoloina í pørtunum III og VI hevði danin Lars Thodberg Bertelsen og sopransoloina í parti V hevði okkara egna Berghild Poulsen. Ein hoyrdi Berghild leggja nógva sál í framførsluna. Hon hevur eina stóra og vakra rødd, sum tóktist at egna seg væl til verkið. Og hon hoyrdist væl ímillum øll ljóðførðini. Sama kann ikki sigast um røddina hjá Lars Thodberg Bertelsen. Hon bleiv fleiri ferðir køvd serliga av træblásarunum, uttan tó at talan var um nakra vanlukku. Tað var stuttligt at hoyra hann veruliga bera sangin fram, og til tíðir sum ein sjónleikari tulka partar og smálutir í tekstinum.

Alt í alt eitt tónlistarligt avbera gott kvøld, sum vísir, at við kønari vegleiðing uttaneftir og samstarvi við grannarnar ?Eru vit á ferð?.

ZS