-Vit eru góðir við steypa­kappingina

-Tað kennist fantastiskt at vinna steypakappingina, segði ein fegin Hans Pauli Samuel­sen í samrøðu við Sosialin, eftir at EB/Streym­ur hevði vunn­ið kappingina um løgmanssteypið fyri trið­ju ferð seinastu fýra árini.
Spurdur um serstaka sambandið millum sund­a­lags­menn og kappingina um løg­manssteypið, sigur Hans Pauli, at teir kanska eru eyka tendr­aðir til steypadystir. Talan er um “vinn ella for­svinn” dystir, og vit hava roynd­ir í tílíkum dystum.
Hans Pauli Samuelsen metur at júst royndirnar hjá sundalagsmonnum í steypafinaluni høvdu týdn­ing fyri dystin.
-Talan var um ein javn­an dyst, har bæði liðini komu fram til kjansir, men mun­ur­in vóru kaldari í av­gerð­­andi løtu, og skoraðu eina­s­ta málið í dystinum. Tað vóru nokk royndirnar hjá okkum í tílíkum dystum, sum gjørdu útslagið, segði Hans Pauli Samuelsen.
-Vit eru góðir við steypa­kapp­ingina, segði ein sera fegin Hans Pauli Samuelsen at enda, og sipar til góðu úr­tøku­na í kappingini seinastu árini.