Tað plagar at verða sagt, at teir, sum spæla jubileumsdyst, spæla illa. Mikukvøldið vardi Jens Martin Knudsen landsliðsmálið fyri 50. ferð. Hann spældi væl, og eingin ivi var um, at avrikið hjá honum var so nógv tað mest sannførandi hjá føroyingunum. Hann hevði ikki nógv at gera, men tvær ferðir vóru bjargingarnar fínar:
? Í fyrra førinum, sum var eitt fríspark úr vinstru, sá eg ikki bóltin, fyrrenn hann var komin inn um manngarðin hjá okkum. Har vóru fimm av okkara monnum og so tveir av teirra. Tíbetur eydnaðist tað at sláa bóltin út í hina síðuna.
Í seinna førinum ? tað var í 2. hálvleiki ? hekk málverjin uppi í horninum og bjargaði:
? Eg roknaði avgjørt við, at langskotið fór at verða sent móti handara horninum. Men í staðin fekk hann á ein ella annan hátt bóltin millum beinini á einum verjuspælara, og tá bólturin hevði kós móti nærra horninum, gjørdist tað hættisligt.
Hví gongst tað ikki betur móti smáum tjóðum, enn tað ofta ger?
? Eg haldi, at vit eru ov varnir. Vit spæla ikki meira álopskent móti teimum smáu, enn vit gera móti t.d. Russlandi. Tað haldi eg er skeivt. Vit skuldu havt fleiri álopsspælarar enn tveir, og vit áttu at trýst teir at gera mistøk longri frammi á vøllinum.
Søplaðu
Í 2. hálvleiki fingu føroysku spælararnir fleiri málmøguleikar. Uni Arge fekk einasta málið, tá hann í málteiginum var púra kaldur. Eitt sindur seinni fekk hann ein góðan møguleika:
? Eg hoyrdi Toda rópa, og so royndi eg at leggja tvørturum, men tíverri fekk málverjin knúgvarnar á.
? Men eg hevði tveir aðrar møguleikar, tá eg var einsamallur við málverjanum. Báðar ferðirnar átti eg at havt fingið mál. Hatta ber ikki til at renna undan, staðfesti Todi Jónsson.
Kurt Mørkøre fekk møguleikan í álopinum fyrsta lítla tíman, men tað hilnaðist ikki væl:
? Tað kom ongantíð so mikið langt, at spælið varð lagt til rættis, soleiðis at eg fekk bóltarnar í brotsteigin, og tí var tað væl skiljandi, at venjarin setti Una Arge inn, helt Kurt Mørkøre, sum í fimtan dystum fyri Sogndal í vár hevur skorað tíggju mál. Sunnudagin fóru teir í Sogndal undir landskappingina.
? Tað hevði verið ein ordiligur smeitur, um vit ikki høvdu vunnið á Liktinstein. Vit hava áður verið vónbrotnir móti smáum tjóðum. Eg haldi, at hetta tyngdi okkum eitt sindur. Men eg haldi eisini, at tað telur positiva vegin, at tað í 2. hálvleiki eydnaðist at fáa rætta endan, sjálvt um tað ikki hevði gingið væl í 1. hálvleiki. Hetta síðsta segði Jan Dam, sum var millum teir tryggastu.