Kári P. Højgaard, landsstýrismaður, hevur valt nýggjar limir í Dáturáðið. Dáturáðið er partur av Dátueftirlitinum og limir og varalimir verða valdir fyri fýra ár.
Nýggju limirnir í Dáturáðnum eru:
Eyðbjørn Larsen, advokatur, formaður
Óli Simonsen, KT-leiðari, nevndarlimur
Katrin Kallsberg, serlækni, nevndarlimur
Rannvá Sólheim, løgfrøðingur, er varaforkvinna og varalimirnir eru Ólavur Ellefsen, stjóri og Maria Dam, deildarleiðari
Nýggja Dáturáðið tók við 1. november og valskeiðið gongur út 1. november 2016.