Vit hava fult álit á Kaj Leo

John William Joensen formaður í Norðoya Sambandsfelag, var gestur í tíðindunum á Rás 2

Norðoya Sambandsfelag stuðlar framvegis Kaj Leo Holm Johannesen sum formanni, hóast nógv rumbul síðani kanningina frá Hans Gammeltoft-Hansen.

 

Sambært kanningini hjá Hans Gammeltoft-Hansen um leiklutirnar hjá fyrrverandi Innlendismálaráðharranum og sitandi Løgmanni í málinum um Eysturoyartunnilin, vóru báðir sekir í at hava brotið lógina um ábyrgd landsstýrismanna.

 

Kári P. Højgaard er ikki longur formaður í Sjálvstýrisflokksins, ei heldur landsstýrismaður, men Kaj Leo Holm Johannesen situr framvegis sum løgmaður og formaður Sambandsflokksins.

 

Av somu orsøk, fer formannskapurin í Løgtinginum undir at viðgera støðuna hjá løgmanni hósdagin, meðan økisfeløgini hjá Sambandsflokkinum fara at viðgera formansstøðuna hjá Kaj Leo Holm Johannesen í kvøld.

 

Longu í gjárkvøldi varð støðan hjá einum økisfeløgið tó greið. Norðoya Sambandsfelag stuðlar framvegis Kaj Leo Holm Johannesen sum formanni, og John William Joensen, formaður Norðoya Sambandsfelags, greiddi í tíðindunum á Rás 2 frá, hví tey hava almannakunngjørt sín stuðul.

 

Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við John William Joensen.