Eirikur Lindenskov
– Eg haldi, at eg bíði við at taka støðu til nakað, fyrr enn úrslitið er greitt valkvøldið.
Tað sigur Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri í Klaksvík. Hann hevur einsamallur umboðað Sjálvstýrisflokkin í Klaksvíkar kommunu, har hann er í samgongu við Fólkaflokkinum, sum hevur fimm býráðslimir. Tilsamans hava hesir báðir flokkar meiriluta.
Spurdur um Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin hava gjørt nakra avtalu um, at samstarvið skal halda fram aftan á valið, sigur hann, at tað hava tey ikki.
– Vit mugu fyrst síggja, hvussu úrslitið verður, og so taka vit tað harfrá, sigur Jógvan Skorheim.
Men hann sigur, at samstarvið hevur verið gott.
– Vit hava fingið væl burturúr, vit hava verið loyal hvør móti øðrum, hóast onkur kanska heldur, at tað hevur ridla eitt sindur nú beint upp undir valið. Men samstarvið hevur verið gott og stabilt, og tað er tað, sum hevur týdning.
Jógvan Skorheim sigur, at hann sjálvandi fegnast um góða úrslitið, og at hann stendur til at verða afturvaldur.
– Men eg havi sjálvandi eitt sindur fjáltri av slíkari kanning, um hon kann ávirka úrslitið skeiva vegin, sigur hann.
Jógvan Skorheim varð fyrstu ferð valdur í Klaksvíkar býráð á býráðsvalinum seinast, tá hann fekk 134 av teimum 295 atkvøðunum hjá Sjálvstýrisflokkinum. Frammanundn sat Kristian Eli Zachariassen í býráðnum fyri Sjálvstýrisflokkin, men hann var ikki afturvaldur, hann fekk 75 atkvøður.
Tríggir toppskorarar
Sambært kanningini hjá Gallup Føroyar eru tríggir týðuligir toppskorarar til býráðsvalið í Klaksvík.
Hjá Fólkaflokkinum er tað Gunvá við Keldu, sum seinasta valskeiði hevur verið borgarstjóri.
Hjá Sjálvstýrisflokkinum er tað Jógvan Skorheim, sum stendur til at verða valdur, og hjá Tjóðveldinum stendur Steinbjørn O. Jacobsen til fyrsta plássið.