Alt ov leingi hava almennu Føroyar vent blinda eygað til misnýtslu av børnum, segði Eyðgunn Samuelsen, tá hon í morgun setti ráðstevnuna hjá Kris í Norðurlandahúsinum.
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, vísti á, at hetta var millum nakað av tí mest tabu í okkara mentan.
- Ein larmandi tøgn hevur valda í Føroyum, vit hava øll latið eygu og oyru aftur, bæði myndugleikar og vit sum medmenniskju. Men gjøgnum arbeiðið hjá millum annað Kris, er tøgnin nú brotin. Nú kunnu vit betur tosa opið um hesi viðurskifti, sum ikki vóru tikin á tungu áður, segði Eyðgunn Samuelsen.
Eyðgunn Samuelsen vísti á, at tað er týdningarmikið, at vit kunnu seta orð á tað, sum er óunniligt og pínufult, og hon ivast ikki í, at tað er nýggi opinleikin, ið hevur ført til at fleiri standa fram leita sær hjálp.
- Eg trúgvi ikki, at tað er meiri av kynsligum ágangi í dag enn áður, men opinleikin ger, at fólk tora at standa fram. Kynsligur ágangur er ikki nakað nýtt – tað nýggja er, at vit tora og duga at tosa um tað, segði landsstýriskvinnan.
Landsstýriskvinnan nýtti høvi at rósa felagsskapinum fyri sítt arbeiðið at bróta tøgnina og hjálpa teimum, ið hava seinárin av kynsligum ágangi.
- Kris er eitt lýsandi dømi um, at tá tað gongur ov seint hjá tí almenna, tekur tað privata yvir, segði hon, og vísti til, at tá Kris byrjaði sítt arbeiði, var einki alment tilboð.
Tað er tað framvegis ikki, men landsstýriskvinnan segði, at við støðið í heildarætlanini um kynsligan ágang, sum varð løgd fram í fjør, fer tað almenna nú at bjóða eitt ókeypis tilboð um sálarliga hjálp til teirra, ið stríðast við seinárin, sum skal vera afturat tilboðnum hjá Kris.
- Tað er trupult at meta um, hvussu stórur tørvurin á viðgerð fyri seinárin er. Fleiri enn áður melda, fleiri leita sær hjálp, men ivaleyst eru tey framvegis mong, ið halda seg aftur, segði Eyðgunn Samuelsen.
- Takk fyri tykkara áhaldni og treiskni at varpa ljós á, at tora at tosa um tað, sum vit onnur hava ilt við at taka støðu til. Tað er tykkum at takka, at fleiri offur nú standa fram, at tøgnin nú er brotin.