– Vit hugsa um Arna allatíðina

Arne Vatnhamar er í dag farin undir síðsta og avgerandi strekkið upp á heimsins hægsta fjall, Mount Everest. –Vit vita, at Arne ansar væl eftir sær, sigur systurin Ninna Vatnhamar

Arne Vatnhamar er í dag farin undir síðsta og avgerandi strekkið upp á heimsins hægsta fjall, Mount Everest. –Vit vita, at Arne ansar væl eftir sær, sigur systurin Ninna Vatnhama.

 

Ferðalagið, ið leirvíkingurin er partur av, fer nú til gongu úr sonevnda ”advanced base camp”, niðan á ”camp one”, ið liggur í 7050 metra hædd. Seinasta strekkið er sera avmarkað, hvussu til ber at samskifta við ferðalagið. Einastu lívstekin eru stutt sms boð, send frá satellit-telefonini hjá ferðaleiðaranum.

 

- Vit hugsa sera nógv um Arna í hesum døgum, sigur Ninna Vatnhamar, systir Arna.

 

Skalvalopið á Mount Everest í apríl, ið verður mett at vera tann ringasta vanlukkan á fjallinum nakrantíð, setti síni spor hjá familjuni hjá leirvíkinginum.

 

- Men til alla lukku hoyrdu vit skjótt frá Arna, sum dugdi væl at sissa okkum, sigur Ninna Vatnhamar, sum eins og bróðurin býr í Danmark.

 

Tað er greitt, at veður og vindur kann oyðileggja royndina hjá Arna Vatnhamar at gerast fyrsti føroyingur á toppinum á Mount Everest. Í roynd og veru hevur ferðalagið bara møguleika at gera eina roynd at koma upp á toppin.

 

Men gongst sum ætlað, so verður Arne Vatnhamar á toppinum á Mount Everest sunnukvøldið.

 

- Vit fara sjálvandi at fylgja so væl við, sum yvirhøvur tilber. Og vit gleða okkum sjálvandi at frætta frá honum, sigur Ninna Vatnhamar.

 

Hoyr samrøðu við Ninnu Vatnhamar við at trýsta á pílin undir myndini.