Hvannasund: - Vit hava nógvar ætlanir í framtíðini, sigur borgarstjórin.
Fyri bygdaráðið er tað av stórum týdningi, at fólkið skal trívast her. Helst skuldi Hvannasunds kommuna eisini verðið eitt gott stað at búleikast í, bæði hjá børnum, ungum og vaksnum.
Eitt tað størsta arbeiðið í hesum sambandi man vera útbyggingin av skúlanum á Fossánesi.
- Hetta er ein skilagóð íløga. Vit mugu hava ein góðan skúla, og haraftrat gera alt fyri at skapa góðar umstøður til barnafamiljurnar, sigur borgarstjórin.
Óhugsandi er ikki, at aðrar kommunur vildu lagt saman við eini kommunu, sum er “attraktiv” í so máta, tí hon er væl fyri fíggjarliga og haraftrat eigur pening á bók.
Spurningurin til borgarstjóran er tí, um tey merkja nakað til hetta í tí dagliga arbeiðinum við kommununi.
Hann svarar ikki beinleiðis uppá spurningin, men sigur diplomatiskt:
- Vit royna bara at koyra okkara kommunu, og so hava góð viðurskifti við hinar kommunurnar. Tað er ikki meiri enn tað, sigur Júst Poulsen.
Væl fyri
Í Hvannasunds kommunu búgva í dag 439 fólk, og hevur fólkatalið ligið í hesi leguni tey seinnu árini.
Her býr eisini fólk, sum eru í ymiskum vinnum. Og umvegis skattin fær kommunan árliga inn einar 10 mió krónur.
Fíggjarætlanin javnvigar í ár við omanfyri 14 mió krónum, harav íløgur og rakstur standa fyri helvtini.
- Eg tori ikki at siga nakað um fíggjarætlanina fyri komandi ár beint nú. Men hon verður helst á sama støði sum tann í ár, sigur Júst Poulsen við Sosialin. Hann leggur dent á, at Hvannasunds kommuna er væl fyri fíggjarliga.
Skyldar einki
Í løtuni er støðan hon, at kommunan eigur einar 4 mió krónur standandi á bók.
Hetta svarar nøkulunda til eina álíkning. Í aðrar mátar er kommunan hampiliga væl fyri fíggjarliga, tí kommunan nærum ikki skyldar nøkrum nakað.
Skattaprosentið í ár er sett til 20,1 og barnafrádrátturin 3.500 kr.
- Jú, eg haldi, at kommunan er hampiliga væl fyri, staðfestir borgarstjórin.
Ætlanir í Hvannasundi
Nógv virksemi er í kommununi í løtuni og onnur arbeiði fara eftir ætlan í gongd í framtíðini.
Kirkjugarðurin hevur verið undir útbygging tey seinastu 2-3 árini. Her hevur kommunan á hvørjum ári sett pening av til hetta – í ár 35.000 til rakstur og 300.000 til íløgur.
Eitt gamalt mál er at gera eitt renovasjónspláss í bygdini. Hugsað hevur verið um ymisk støð, og nú er farið undir at gera hetta norðanfyri byrgingina.
Reinsiverkið varð sett til í summar, soleiðis at borgararnir fáa reint vatn.
Herfyri keypti kommunan eisini eitt grundøki til barnagarð. Kommunan hevur eina dagrøkt og eina spælistovu, men einaferð í framtíðini sleppa børnini í kommununi uttan iva í ein veruligan dagstovn.
At enda má nevnast, at skúlin á Fossánesi í løtuni verður bæði umbygdur og útbygdur munandi. Hetta arbeiðið fer at kosta millum 6 og 7 mió krónur.