-Vit kunnu læra av føroyingum

Suðurafrikanski sendiharrin er ovfarin av, hvussu væl tað hevur eydnast føroyingum sjálvum at byggja upp eitt nútímans samfelag mangan undir sera torførum og ringum umstøðum.

Sendiharravitjan


Hann hevur vitjað kring oyggjarnar og er sera hugtikin av bæði náttúru og fólkinum her. Í dag er lítið samband av nøkrum slag millum Føroyar og Suðurafrika beinleiðis. Men sendiharrin heldur tað vera ymiskt sum suðurafrikanarar kunnu læra av føroyingum. Eitt nú var hann við Brimli og legði sær í geyma, hvussu væl vaktar- og bjargingartænastan virkar. -Hetta er eitt sera gott skip og eg ivast ikki í, at føroyingar høvdu kunnað hjálpt suðurafrikanarum við hesi nútímans tøkni og royndum at havt eftirlit við fiskiskapi og steðgað piratfiskarum í suðurafrikonskum sjógvi.

Stephen Gawa sær eisini fyri sær, at onkur samhandil kundi tikið seg upp. Eitt nú kundu føroyingar selt fisk til Suðurafrika, hóast fiskur enn ikki verður so nógv brúktur til matna. Men av tí at havið kring Suðurafrika er ríkt við fiski kundu føroyingar eisini lagt teimum lag á at framleiða vørur burtur úr fiskinum á verksmiðjum í landi.

Føroyingar kunnu eisini keypa góðar vørur úr Suðurafrika, her ikki minst landbúnaðarvørur. -Nú tit ikki eru í ES so høvdu tit væl kunnað keypt kappingarførarar vørur frá okkum, her ikki minst okkara frálíka vín.

Sjálvur heldur hann eisini, at Suðurafrika er eitt gott land at ferðast í.

Mandela á vitjan
Undir samrøðuni koma vit eisini at práta um heilsanina frá blaðnum til Nelson Mandela, fyrrverandi forseta, á 85 ára degnum og innbjóðingina til hansara at vitja Føroyar. Stephen Gawe hevur ikki havt mong høvi at hitta Mandela, men tá hann var sendiharri í Noregi og Mandela var á takkarferð til Norðurlondini, slapp eisini hann at hitta fyrrverandi forsetan.

-Eg skilji væl, at fólk kring heimin fegin ynskja at hitta Nelson Mandela, og fyri eitt lítið og lutvíst ókent samfelag sum Føroyar má tað vera nakað heilt serligt at fáa vitjan av einum slíkum persóni. So eg haldi tað vera eitt frálíkt hugskot at fáa Mandela hendavegin, men eg kann vissa tykkum um, at hann er ein sera upptikin maður, so tað skal eisini eitt sindur av ?good luck? til fyri at kunna fáa orð á hann í so máta. Men eg vil geva tí ynskinum mítt besta vælsignilsi tó at ein má ikki gera sær ov stórar vónir. Ein roynd at fáa samband við Mandela vil tó altíð vera skilagóð.

Ráðstevna í London
Frá 24. til 26. oktober verður ein sokallað solidaritetsráðstevna hildin í London fyri fólki, sum á sinni stuðlaðu svarta meirilutanum í landinum móti hvíta apartheid minnilutastýrinum og øðrum áhugaðum. Hon verður hildin undir heitinum ?A decade of freedom?the decade ahead.? Á ráðstevnuni verða fleiri suðurafrikanskir ráðharrar. Eisini verður konan forsetan, Zanele Mbeki við. Suðurafrikanski sendiharrin í Danmark heldur tað hevði verið gott at sæð onkran føroying, sum hevur víst áhuga fyri frælsisstríðnum og sum hevur áhuga fyri framtíðini hjá Suðurafrika á hesi ráðstevnu eisini.