? Vit kunnu leggja løgmanni lag á

Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.

Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á, segði Jóannes Eidesgaard m. a. á fólkafundi í Mikladali leygardagin í sambandi við summarstevnuna hjá Javnaðarflokkinum:

Gott fundarfólk


Fyrst vil eg siga, at tað gleðir meg, at vit kunnu halda fund her norðuri, har eg ongantíð hava verið áður. Mikladal hevur man hoyrt um, sæð á nógvum málningum, men fyri fyrstu ferð í dag kann eg sjálvur uppliva hesa stórslignu náttúruna, sum tit hava í Kallsoynni.

Mest aktuella málið er okkara ríkisrættarliga støða, og um hana vil eg skifta orð.


Hvat bilar Javnaðarflokkinum?

Javnaðarflokkurin er rættiliga komin á andglettin serliga millum teir politikkarar og onnur, sum vilja hava Føroyar skipaðar sum eitt fullveldi. Hesir standa spyrjandi, tí vit ikki glaðbeintir eru farnir upp í fullveldisvognin. Hvat feilar Javnaðarmonnum, spyrja teir?

Eru vit javnaðarfólk so nógv øðrvísi enn onnur fólk? Eru vit ikki eins góðir føroyingar sum onnur? Eru vit ikki eins góðir við hetta land og hetta fólk, her býr? Eru vit ikki eins góðir við okkara mál, okkara mentan og okkara kvæðir sum onnur? Elska vit ikki líka nógv hesa ótrúliga vøkru náttúru við øllum tí livandi, sum er í henni, sum onnur gera?

Jú, sjálvandi gera vit tað. Eg haldi eg kann svara fyri øll javnaðarfólk í Føroyum, tá eg siga, at sjálvandi eru vit eins góðir føroyingar sum onnur, og sjálvandi elska vit landið, fólkið, málið, mentanina og náttúruna líka høgt sum onnur. Tað skal tað eingin ivi vera um.

Men hvat er so galið?

Eru vit javnaðarfólk bara so mikið nógv øðrvísi enn onnur, at vit ikki vilja framburð? Tora vit ikki at taka ábyrgd? Vilja vit ikki ráða sjálvir? Eru vit undirbrotligir? Trúgva vit ikki egnum evnum og egnum møguleikum? Eru vit vorðnir afturhaldandi - eru vit vorðin konservativ sambandsfólk?

Tað er rætt, at vit eru eitt sindur øðrvísi enn okkara politisku mótsstøðufólk, tí vit síggja samfelagið eitt sindur øðrvísi enn mong teirra gera. Men vit eru ikki undirbrotlig, og vit vilja sjálvandi ráða okkum sjálvum, og vit hava eina sterka trúgv uppá okkara egnu evni og okkara egnu møguleikar - eingin ivi um tað. Og er tað nakað, sum ikki eyðkennir javnaðarfólk, so er tað, at vera afturhaldandi og konservativ. Nei, vit vilja alla tíðina broyta samfelagið og gera tað betur.

Forrestin, nær eru tey stóru framstigini hend á sjávstýrisleið seinastu 50 árini? Ein flokkur gongur aftur í hesum sjálvstýrispolitikki, og tað er Javnaðarflokkurin. Frá 1975 til 1981 hendi nógvar ferðir meira á sjálvstýrisleið, enn tá sjálvstýrissamgongan sat frá 1963 til 1967.

Tá tað snýr seg um okkara ríkisrættarligu støðu, so trúgvi eg, at innast inni ynskja allir føroyingar broytingar, men spurningurin er meira hvørjar, og hvussu skjótt verður farið til verka? Her er eingin føroyingur betur føroyingur enn ein annar. Eingin skal koma og taka patent upp á sjálvstýri og sjálvbjargni, líka so lítið, sum onkur nú vil taka patent upp á bæði mál, flagg og mentan.


Tvey sløg av frælsum

Politisk frælsi - gaman í, men skal tað politiska frælsi kosta føroyinginum hansara persónliga frælsi, hettar at hann kann leggja sítt egna lív til rættis, hettar at hann hevur eitt lív við møguleikan ikki bara fyri seg sjálvan, men eisini fyri børnini, tað er í seinast enda tað frælsið, sum vit meta hægri.

Tí ljóðar okkara boðskapur, at tað persónliga og tað politiska frælsi mugu ganga hond í hond. Vit skulu taka fulla ábyrgd, vit skulu verða fult sjálvbjargin, men vit gera hetta uttan, at vit spæla okkum rættindir, møguleikar og lívsumstøður av hondum. Onkur vil siga, at er hetta ikki at blása og hava mjøl í munninum? Nei, tað er tað ikki, men tað er greitt, at henda prosessin tekur sína tíð, og hon skal taka ta tíð, sum krevst. Ongin blakar seg út av upsini, fyrr enn man hevur tryggjað sær, at man er væl og virðiliga íbundin?

Fyri okkum javnaðarmenn hava allir dagar í árínum týdning. Tað er sjálvur gerandisdagurin, sum telur og ikki bara flaggdagurin og ólavsøkan.


Sjálvstýrisrørslan

- ein fólkasøk

Hyggja vit rundan um okkum í heiminum, so síggja vit, at allar sjálvstýrisrørslur koma innanífrá. Tað er eitt ynski, sum veksur fram í fólkinum, og hiðani gongur alt stríðið. Og soleiðis átti tað eisini at verið í Føroyum, um rætt varð borið at. Men alt meira bendur á, at avgerðin um føroyskt fullveldi, er løgd í hendurnar á dønum at gera av. Hon er treytað av danskari vælvild og stórsinni, og teir eiga próvbyrðuna fyri, at tað skal bera til. Hetta er ein sera mannminkandi støða, tí ein sjálvstýrisrørsla eigur at verða borin uppi av stoltum hugsanum um egnar møguleikar og egin evni. Men tað er samstundis besta prógvið um, at málið, sum landsstýrið hevur sett sær, er ikki eitt mál, sum fólkið stendur aftanfyri. Fullveldið er ynski hjá einum minniluta, tí var talan um eina fólkasøk, so hevði tað í sjálvum sær givið landsstýrinum ta neyðugu styrkina, sum skal til, at náa málinum.

Eg havi so mangan sagt, at eg havi stóra virðing fyri teimum føroyingum, sum ynskja loysingina uttan mun til, hvat fylgjan og kostnaðurin verður. Eg eri ikki samdur við teimum, men eg virði teirra støðu. Tað er ein erlig søk, men eg kann als ikki foreina meg við tey fullveldisfólkini, sum ynskja loysingina upp á danska fígging og vælvild, og fáa vit hana ikki, so er tað tí danir eru imperialistar og koloniharrar o.l. Tað er sum danir siga, ?at pynte sig med lånte fjer.?

Men ynski um føroyskt sjálvstýri og ynski um føroyskt sjálvbjargni kann gerast ein fólkasøk, um vit bert gera okkum tann ómak og taka okkum ta tíð, tað tekur at finna fram til hesa semju. Semjan liggur hjá Føroya fólki, og tað er ein politisk uppgáva at dyrka hesa semju fram. Men henda semja eitur hvørki føroyskt fullveldi við danskari vælvild ella føroyskt fullveldi við donskum smásinni, og henda semja eitur heldur ikki okkurt hissini nýskipanaruppskot, sum bert hevur onkrar smávegis broytingar av verandi heimastýrislóg. Men henda semja liggur eitt ella annað stað millum uppskot landsstýrisins um fullveldi og uppskot Sambandfloksins til nakrar varligar justeringar av verandi skipan.


Ikki ósamdur

við Hvítubók

Eg eri ikki ósamdur við Hvítubók, tá hon á blaðsíðu 67 sigur, at tað er ynski um grundleggjandi broytingar á trimum viðurskiftum, sum eru orsøkin til hesa fullveldistilgongd. Tað eg her royni at siga er, at eg hóast ikki samdur um fullveldið, so eri eg samdur, at vit mugu fremja hesar grundleggjandi broytingarnar. Tær eru:


?Vit mugu fáa sligið fast, at heimildirnar hjá føroyskum myndugleikum ikki stava frá umboði (delegatión), sum danskir myndugleikar hava givið og kunnu taka aftur.


?Vit mugu fáa sligið fast, at løgtingslógir eru á sama rættarstøði sum fólkatingslógir og ikki kunnu verða trokaðar til viks av fólkatingslógum.


?Vit mugu fáa víðari heimildir til at samráðast og at gera sáttmálar við onnur lond enn tær núverandi.


Men tað, sum eg samstundis royni at siga er, at ikki er neyðugt at fara yvir um ánna eftir vatni. Vit kunnu fremja áðurnevndu grundleggjandi broytingar í einari nýggjari skipan millum Føroyar og Danmark, sum er innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta kann fremjast við einari Sjálvstýrislóg.


Hví fara yvir um

ánna eftir vatni

Stjórnin hevur nú meira enn einaferð boðað frá, at hetta við delegatiónina, sum hevur verið eitt stríðsmál síðan 1948, kann endaliga fáast upp á pláss í einari nýggjari skipan. Forsætismálaráðharrin hevur brúkt orðið ?uigenkaldelighed?, sum merkir, at heimildirnar hjá Løgtinginum kunnu ikki takast aftur. V.ø.o. verður Føroya Løgting hægsti myndugleiki í øllum málum, sum vit hava yvirtikið. Vit fáa evsta vald á yvirtiknum málum - eingin er yvir Løgtinginum í yvirtiknum málum.Tá vit so samtundis við einari Sjálvtýrislóg fáa tikið allar forðingar burtur fyri, hvørji øki kunnu yvirtakast, er vegurin greiður til veruligt føroyskt sjálvstýri og til veruligt føroyskt sjálvbjagni. Tá er avgerðin einsamøll okkara.

Treyt nummar tvey síggi eg sum eina beinleiðis fylgja av, at vit fáa treyt nummar eitt upp á pláss.

Viðvíkjandi tí triðju treytini, so hevur danska stjórnin eisini meira enn einaferð sagt, at vit føroyingar mugu gerast meira sjónligir á tí uttanríkispolitiska økinum, og at føroyingar skulu sjálvir taka avgerðir og føra samráðingar á teimum økjum, sum hava týdning fyri okkum. T.v.s. at vit einsamallir føra samráðingar og gera avtalur á t.d. økjum sum fiskivinnu, handil, mentan og umhvørvi.

Eisini hevur danska stjórnin boðað frá, at um vit nú gera eina nýggja skipan ella eina nýggja Sjálvstýrislóg millum Føroyar og Danmark, so skal henda fráboðast altjóða samfelagnum, soleiðis at umheimurin veit, hvør skipan er galdandi millum hesi bæði londini.

Við hesum grundarlagi ber veruliga til at fara at tosa um reellan sjálvstýrispolitikk í Føroyum. Eg vil fara so langt sum at siga, at okkara uppskot um eina Sjálvstýrislóg er ikki longur eitt alternativ til ætlan landsstýrisns um eitt fullveldi, men hetta er loysnin til veruligan føroyskan sjálvstýrispolitikk, sum kann fáa breiða undirtøku millum manna.


Landsstýrið hevur

gjørt sakina danska

Við einari slíkari gongd verður tað føroyingar sjálvir, sum gera av, hvussu skjótt sjálvstýristilgongdin skal ganga. Hetta kann alt gerast í takt við okkara fíggjarligu og umsitingarligu førleikar. Tá verður hvørki neyðugt at tosa um eina skiftistíð ella, at danskir myndugleikar okkara vegna skulu umsita málsøki, ella at vit missa rættindir, sum vit í dag hava. Tá ber til alla vegin at hava greiðar linjur, har vit føroyingar hava fult tamarhald á gongdini.

Gongdin, sum nú liggur í kortinum hjá landsstýrinum, hvílir á danskan vælvilja. Enntá er man farin so langt, at landsstýrið nú sigur, at próvbyrðan fyri tí sjálvberandi búskapinum er donsk. Danir skulu prógva yvir fyri okkum, at avtalaða skiftistíðin er grundarlag fyri einum føroyskum búskapi. Danir eiga seinasta orðið um føroyskt fullveldi.

Lat okkum fáa sjálvstýrismálið aftur á føroyskar hendur - lat okkum fremja ta loysn, sum júst passar til okkara viðurskifti.


Aftur sum av torvheiðum

Landsstýrið er nú komið heimaftur av triðja umfari, og enn stendur í botni um skiftistíðina. Danir siga 4 ár, meðan føroyingar vilja hava 15 ár. Løgmaður hevur ikki bara einaferð, men fleiri ferðir sagt, at tað verður eingin fólkaatkvøða við bert 4 árum, tí hon hevur ongar møguleikar fyri at verða samtykt. At hon ikki verður samtykt, hevur løgmaður rætt í, men honum tørvar at síggja tann veruleika í eyguni, at skiftistíðin verður bert 4 ár, um so talan verður um nógv samráðingarumfør aftrat. Tí noyðist løgmaður, heldur enn at draga tíðina út, nú taka støðu. Annaðhvørt at ein fólkaatkvøða verður hildin við 4 árum sum skiftistíð ella at leggja kongin og lata aðrar sleppa framat og finna eina loysn, sum kann bera.

Men hvat hendir nú? Ræðast teir nú sítt egna barn? Høvdu teir væntanir um, at alt helt áfram óbroytt, tá loysingin er vorðin veruleiki? Hví bera teir ikki høvdið høgt og siga fólki, at hetta er so teytirnar við einum fullveldis Føroyum, og so taka takið?


Seta framtíðina veð

Sjálvt nú, har landsstýrið egndi við oljuinntøkunum, beit danska stjórnin ikki á. Hugsið tykkum til, at landsstýrið fær seg til at skjóta upp, at danir skulu fáa pant í okkara møguligu oljuinntøkum, pant í okkara arvasilvuri, pant í okkara arvi til okkara eftirkomarar. Hugsið tykkum til, at nú skal fullveldið lánifíggjast. Fullveldið upp á borg - hetta var ein sera mannminkandi støða, vit endaðu í, sum avgjørt ikki stuðlar upp undir okkara eyðkenni sum ein stolt tjóð.

Og ynskið um at nú skal ein triði partur vera við til næsta samráðingar undirbyggir bert tann veruleika, at her er veruliga komið vátt í reiðrið millum partarnar. Tað fær ein at hugsa um friðavarðveitandi herlið hjá ST, sum starvast úti í heimi, har kúlur og kanónir er partur av gerandisdegnum, og har fólkið verður dagliga hótt eftir lívinum, og har liviumstøðurnar eru undir øllum lágmørkum. Men soleiðis er ikki støðan her. Vælsignaðir menn stingið fingurin í jørðina. Hava vit eitt danskt yvirvald, um berjir okkara vilja niður? Liva vit dagliga við einari danskari hóttan yvir høvdinum?

Løgmaður plagar ar siga, at vit skulu seta tokið á sporið aftur. Spor og tok er nú ikki serliga føroyskt, so fyri at brúka eina føroyska mynd, so draga vit ikki bátin oman gjøgnum urðargrót, men vit draga hann eftir lunnum, sum syrgja fyri, at hann kemur á sjógv í heilum líki.

Landsstýrið megnaði ikki at flota bátin, men vit eru aðrir sum kunnu leggja teimum lag á.


Takk fyri

Jóannes Eidesgaard