Vit kunnu missa alt á gólvið

Føroyskt hjálparloysi eyðkennir gongdina í Atlantsflogi í seinastuni og Niels Mortensen skyldar Føroya fólki eina frágreiðing

- Eg stúri fyri, at vit missa alt á gólvið

 Fyrrverandi flogovastin í Atlantsflogi, Hans Hansen,  rópar nú varskó um gongdina í felagnum.

 

Hans Hansen var við frá byrjan og var í Atlantsflog til 2006, og í 14 ár var hann eisini í leiðsluni í felagnum.

 

Men hann er alt annað enn tryggur við støðuna, eftir at Magni Arge varð sagdur upp og ein útlendsk fyritøka skal vera við at leggja eina framtíðarætlan fyri felagið.

 

Hann heldur, at tað er tekin um føroyskt hjálparloysi at fáa eina útlendska fyritøku at leggja framtíðarætlanina fyri Atlantsflog.

 

- Hetta tykist mær at vera í so smart og eg stúri fyri, at vit kunnu missa alt á gólvið.

- Føroyingar hava sanniliga prógvað, at teir megnað at reka eitt flogfelag.

Hann skilir ikki tað, sum fer fram og hann heldur, at nevndarformaðurin, Niels Mortensen, skyldar Føroya fólki eina frágreiðing.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat veteranurin í Atlantsflogi heldur um støðuna og hvat hann heldur um einskiljingina, sum nú er avlýst.