Vit mugu fara undir eina vælferðarnýskipan nú!

Grundarlagið, vit byggja okkara vælferðarsamfelag á, er veikari, enn vit halda. Tað er tørvur á 600 pedagogum. Eldraøkinum tørvar 1000 starvsfólk afturat næstu tíggju árini. Fólkaskúlin og heilsuøkið stríðast við vaksandi krøv og at fáa útbúgvin starvsfólk. Fleiri hundrað børn standa á bíðilista til útgreiningar. Vælferðarskipanirnar, sum skapa virðini, sum eru Føroyar, hava snøgt sagt betri uppiborið.

 

Og feskasta dømið er, at nakrar kommunur fara at hokna undir vaksandi byrðuni av eldraøkinum. Tí er alneyðugt at byrja arbeiðið við eini umfatandi vælferðarnýskipan nú. Fíggjarligt haldførið er neyðugt, men vit mugu eisini tosa menniskjaligt og sosialt haldførið. Ein umfatandi vælferðarnýskipan má yvir fá ár megna at fáa fíggjarliga grundarlagið og vælferðarskipanirnar at ganga hond í hond.  

 

Tað gera tær ikki í dag. Stórar avbjóðingar – sum tær omanfyrinevndu - hava rúgvað seg upp, uttan at politiska skipanin hevur megnað at samst um nýskipanir. Tí eru vælferðartænasturnar undir alsamt størri trýsti.

 

FAKFELØGINI MUGU VIÐ Í BREIÐU SEMJURNAR

 

Vit mugu menna trípartasamstarvið millum myndugleikar, arbeiðsgevarar og fakfeløg. Hetta samstarvið er alneyðugt, um langtíðaravtalur um týðandi samfelagsøki skulu bera á mál.

 

Á fundinum um tann góða arbeiðsmarknaðin, sum Fakfelagssamstarvið skipaði fyri á Finsen í gjárkvøldið, vísti forkvinnan í Pedagogfelagnum á stóra mangulin av pedagogum á dagstovnaøkinum. Tí detta børn niður ímillum. Fleiri teirra fáa seinni ein serligan tørv, sum eitt nú psykiatriin má taka sær av.

 

Tí má alt vælferðarøkið síggjast sum ein heild. Tað er skynsamt at finna smidligar loysnir og at arbeiða saman millum geirar. Tað er ikki skynsamt, tá vantandi heildarpolitikkur hevur við sær, at stovnar, sum veita umsorgan, læring og røkt, av neyð noyðast at kappast innanhýsis um starvsfólk, játtanir og tilfeingi.

 

Fyrsta nýskipanin stendur fyri durum. Vit vita, at tað eftir løgtingsvalið – sama, hvat úrslitið verður - fer at verða hugt at rakstrinum í almenna geiranum. Javnaðarflokkurin vil, at raksturin verður einfaldari og skynsamari. Tá megna vit at varðveita tænastustøðið yvir tíð. Men avvarðandi fakfeløg mugu takast við uppá ráð, so alt tað, sum er bygt upp, ikki verður brotið niður.

 

Gott val!

 

Ivan Hentze Niclasen, Listi C