Tórshavnar kommuna umhugsar nú at víðka konseptið “Ung í arbeiði”, so at skipanin eisini kemur at umfata ung, sum eru eldri enn 16 ár. Hetta tí at stórur partur av ungdóminum í kommununi hevur mist arbeiði orsakað av koronakreppuni.
– Nú ræður um at standa saman at fyribyrgja arbeiðsloysinum millum tey ungu í summar, og tí er kommunan farin undir hetta arbeiði nú, soleiðis at vit kunnu fara í gongd sum skjótast, sigur Annika Olsen, borgarstjóri í Havn.
Annika Olsen sigur, at longu áðrenn almennu tilráðingarnar komu í sambandi við koronakreppuna, fór Tórshavnar kommuna undir at gera ymsar tillagingar, fyri at halda arbeiðnum í kommununi í gongd.
– Hetta varð fyrst og fremst gjørt við at framskunda hóp av umvælingararbeiðum, og síðan at framskunda fleiri íløgur í kommununi, soleiðis at steðgur ikki kom í og fólk kundu varðveita sína inntøku.
– Og vit síggja longu nú effektina av tiltøkunum, nú tølini vísa, at inntøkuvøksturin hjá kommununi fyri apríl mánaða var 7%, sigur Annika Olsen, borgarstjóri.
Hon sigur, at ungdómsarbeiðini í tænastuvinnuni eru harðast rakt av kreppuni.
– Vit mugu tí beinanvegin inn at fyribyrgja stórum arbeiðsloysi millum ungdómin í summar, sigur borgarstjórin.