Vit mugu samskipa almennar KT-skipanir

Hvørt ár verða milliónir játtaðar á fíggjarlógini til at menna KT-skipanir innan tað almenna, men spurningurin er, um landið fær fullan ágóða fyri hesa íløgu? Vit hava dygdargóðar KT-fyritøkur og KT-fólk í Føroyum, men menningin av almennum KT-skipanum verður ikki samskipað. Tað er skilagott at arbeiða við KT trygd, men tað í sær sjálvum er als ikki nokk

Á sama hátt sum ein kommuna hevur tørv á einari býarætlan, hevur tað almenna eisini tørv á einum KT-arkitekturi (Enterprise Architecture ella EA), sum almennar KT-skipanir skulu passa inn í og taka útgangsstøði í. USA gjørdi sín fyrsta KT-arkitektur í 1996. Uttan ein yvirskipaðan arktitektur halda vit áfram við at arbeiða hvør í sínum lagi ístaðin fyri at hugsa um heildina.

Service Oriented Architecture (SOA), sum er ein grein innan KT-arkitektur, sum tey fremstu KT-lond hava arbeitt eftir í nærum eitt ára tíggju, er næstan eitt ókent hugtak í Føroyum.

 

Rammuverk skal tryggja, at almennar KT-skipanir kunnu tosa saman

Um vit halda áfram við at seta stórar KT-verkætlanir í gongd, uttan yvirhøvur at fáa eitt kjak í lag um "rammuverk og opnar standardar", so halda vit áfram við at oysa skattaborgarans pening út í bláan heim. Úrslitið verður isoleraðar oyggjar av upplýsingum, sum tað er torført og dýrt at fáa atgongd til tvørturum ta almennu fyrisitingina. Tað er meiningsleyst at tosa um ein borgaraportal, har borgarin skal kunna avgreiða síni viðurskifti online á einum staði, tá íð grundarlagið ikki er í lagi.

 

Vit mugu fáa eina talgilduga undirskrift

Vit hoyra ferð eftir ferð, at Føroyar skulu vera millum tey fremstu londini í 2015, og at millum annað KT skal vera eitt av beinunum, sum vit skulu standa á.

 

Vit eru ikki partar av ES og fáa tískil ikki ágóðan av teimum tiltøkum, sum verða sett í verk har, eitt nú i2010 eGovernment Action Plan. Nú vit standa uttan fyri ES, mugu vit duga uppaftur betur at seta okkum nýggj mál og at seta nýggj tiltøk í verk.

 

Vit hava onga talgilduga undirskrift í Føroyum, og tað er stórt spell. Fyrst tá ið vit hava fingið tað, kunnu vit av álvara byrja at menna ta almennu fyrisitingina. Fyrst tá kann tað almenna stilla viðkomandi krøv til KT-veitarar um at menna loysnir, sum eru so framkomnar, at tær kunnu útflytast til líknandi samfeløg sum Føroyar.

 

Jú longri vit skulu bíða eftir einari talgildugari undirskrift, jú fleiri einkultstandandi loysnir koma vit at síggja. Um stutta tíð skal hvør einstakur borgari halda skil á 20 ymiskum loyniorðum fyri at gera brúk av online tænastum hjá tí almenna.

 

I dag hava vit ov fáar online sjálvavgreiðslutænastur, sjálvt um tøknin gevur okkum møguleika til eina ørgrinnu av online tænastum.