Vit mugu sjálvir broyta viðurskiftini ­ áðrenn danir krevja tað av okkum

Jákup Joensen royndi at sannføra um, at tað er óneyðugt at broyta heimastýrislógina. Heini O. Heinesen talaði fyri loysingini og Jóannes Eidesgaard helt, at báðir stungu høvdið í sandin. Og Óli Breckmann, ja, hann sparkar enn eftir teimum ?hvíttkitlaðu³

Tað var kavarok og sera hálvt nógva staðni í Suðuroynni mánakvøldið.

Tað mundi vera ein orsøk til, at ikki meiri enn eini 60 fólk høvdu leitað sær í TB húsið at vita, hvat fýra teir størstu, politisku flokkarnir høvdu at siga um ríkisfelagsskapin og viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark.

Tað vóru tey bæði javnaðarfeløgini á Tvøroyri, sum høvdu tikið stig til fundin, har umboð fyri Fólkaflokkin, Sambandsflokkin, Javnaðarflokkin og Tjóðveldisflokkin kjakaðust um viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark.

Niðurstøðan eftir fundin man vera, at lítið er broytt, síðani flokkarnir seinast hittust at tosa um hesi viðurskifti - nær tað so var.

Fólkafloksmaðurin, Óli Breckmann talaði enn fyri at kapitalisera blokkin, men nýtti samstundis høvi at sparka eftir teimum hvíttkitlaðu, teimum við funktionerslipsinum og teimum við skúlataskuni.

Sambandsmaðurin, Jákup Joensen royndi at sannføra fólk um, at tað er púra óneyðugt at broyta viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark.

Javnaðarmaðurin, Jóannes Eidesgaard greiddi frá, at tað var alneyðugt við broytingum og greiddi frá, uppskotinum, flokkurin hevur lagt fram um sjálvstýrislóg.

Og Tjóðveldismaðurin, Heini O. Heinesen tosaði líka eldhugaður fyri loysingini, sum hann altíð hevur gjørt.


Politiskt sjálvmorð

Óli Breckmann segði, at til seinasta val hevði Fólkaflokkurin dittað sær ført fram, hvussu hann kundi hugsa sær at Føroyar skuldu kláraðu seg um vit sluppu undan skuldini, sum framvegis hóttir okkum, men at vit so afturfyri ikki høvdu blokkin.

­ Kanska var hetta ein vánalig vøra at selja. kanska dugdu vit illa at selja. Men avleiðingin var, at vit høvdu næstan líka ringt val, sum Javnaðarflokkurin hevði.

­ Kanska var ein orsøk, at fólk vóru blivin so ?groggy³ av teirri búskaparligu afturgongdini við arbeiðsloysi og øktum skattatrýsti, at teir høvdu bara atkvøtt hvør í sína ætt.

­ Vit royndu at greiða fólki frá, at skulu vit hava ein sjálvbjargnan búskap sum fortreyt fyri politiskum sjálvræði, so mugu vit ganga útfrá búskapinum uttan heildarveitingina og royna at greiða frá, hvussu samfelagið fór at síggja út.

­ Tað vísti eina fíggjarlóg, sum javnvigaði við 1,9 milliard, ístaðin fyri tær 3 milliardirnar, sum fíggjarlógin nú, javnvigar við.

­ Hetta var fyrstu ferð, at ein flokkur hevur gjørt politiskt sjálvmorð undir einum.

­ Tí fólk fingu tað fatan, at øll skuldu missa ein triðing av lønini yvir ein kamb.

Óli Breckmann segði, at líka mikið, hvussu vit venda og snúgva okkum, sleppa vit ikki undan tveimum veruleikum.

Annar er heildarveitingin úr Danmark, og hitt er skuldin.

­ Heildarveitingin hevur gjørt, at hava kunnað loyvt okkum eina vísa nýtslu, ið vit ikki høvdu havt ráð til annars. Men hon hevur eisini avskeplað búskapin so at tað lívsgrundarlagið vit hava, fiskivinnan og aðrar vinnur, hava havt møguleika at breyðføða okkum.

­ Tí fáa vit ikki eitt veruligt sjálvstýrið í Føroyum, uttan at vit taka støðu til blokkin.

Hann helt, at spurningurin er at vilja vit hava veruligt sjálvstýrið, ella eitt slag av grønlendskum heimastýri, sum javnaðarflokkurin vil, har ið vit valda, men danir skulu gjalda.

­ Ella vilja vit viðurkenna, at vit kunnu ikki fáa valdið í Føroyum uttan vit innrætta búskapin eftir veruligu orkuni í landinum.

­ Tíðin er farin frá heimastýrinum, vit hava. Og eg ivist ikki, at Poul Nyrup torir ikki at vera tann forsætisráðharri, sum upploysir ríki.

­ Spurningurin er, um vit hava styrki at átaka okkum ábyrgdina av størri sjálvræði og sjálvbjargni.

Óli Breckman helt, at komandi samráðingar um uttanlandsskuldina blivu sera avgerandi fyri, hvussu ríkisfelagsskapurin kemur at síggja út framyvir, um vit verða innanfyri ella uttanfyri.

Og hann helt at enda, at gera vit ikki Føroyar til eitt lágskattaland, sum dregur pengar til sin, heldur enn at styggja pengar frá sær, kunnu vit sleppa øllum dreymum um at sjálvbjargið samfelag.

­ Men er tað so, at føroyingar atkvøða eftir mappuni, ístaðin fyri eftir hjartanum og tað er ríkisstuðulin, sum er orsøkin til, at føroyingar tvíhalda um sambandið, tí annars missa vit hann, so kann eisini væntast, at føroyingar fara at atkvøða e ftir mappuni um vit finna olju, og so er loysing eftir einum degi.

Óli Breckamann nýtti annars aftur høvi at klikkja niður á almennu umsitingina og helt, at hon var ov stór, og at tað var eitt høvuðsvandamál.

­ Almenn starvsfólk fáa jú løn fyri ikki at loysa mál, tí loysa tey málini, verða tey arbeiðsleys.

­ Vit hava fingið eina almennan sektor, sum er nógv størri, enn vit sjálvi klára at fíggja við tí, landið gevur.

Almenni sektorurin í Íslandi kostar 55.000 um árið fyri hvønn fólki, í Føroyum kostar hann 80.000 kr. fyri hvørt fólki um árið.

Og vit fáa ikki so frægt sum givið ein skattalætta uttan at tey hvíttkitlaðu (Sjúkrasystrarnar) stilla seg undir liðina á Ingeborg at mótmæla.

Sum um tað eru tey hvíttkitlaðu, tey við partisanturriklæðinum, tey við skúlataskuni, tey við funktionerslipsinum ikki eru størsti fíggindi hjá vælferðini hjá verkamanninum.


Ongin orsøk av broyta

Jákup Joensen úr Sambandsflokkinum fýltist á, at skráin fyri fundin var so illa lýst, at hann hevði ikki fingið fyrireikað seg rættiliga.

Men hann nýtti høvi at lesa upp úr eini grein, sum Peter Harhoff hevur skrivað um ríkisfelagsskapin, har hann ikki heldur, at nøkur sum helst grund er til at broyta ríkisfelagsskapin, og hesum var sambandsmaðurin fullkomiliga samdur í.

Greinin stóð í Berlingske Tidende týsdagin 27. januar, so tað gera vit ikki so nógv meiri burturúr.

Jákup Joensen helt, at teir, sum vildu broyta heimastýrislógina, áttu at ført prógv fyri, at tað var neyðugt at broyta hana, men tað hevði ongin gjørt enn.

­ Vit taka ikki undir við sjálvstýrið uttan at tað verður til gagns fyri landið og fólkið, og tað hevur ongin enn megnað at víst á, at tað verður.

Jákup Joensen segði, at tað er bara ein flokkur, sum stendur fyri ríkisfelagsskapinum.

­ Men skal nakað á sjalvbjargisleið, verður tað sambandsflokkurin, sum noyðist at seta tað fram tí sjálvstýrisflokkarnir eru so ósamdir, at teir unna ikki hvørjum øðrum heiðurin av nøkrum tiltøkum á sjálvstýrisborði - og tí fer onki at henda.

Annars heimilar heimastýrislógin sjálv, at nevnd verður sett at greiða ivamál, so tað er ongin orsøk at broyta lógina, um ósemja stingur seg upp og eitthvørt mál.


Stungið okkum í bakið ferð eftir ferð.

Jóannes Eidesgaard vísti til Jákup Joensen og segði, at Politikkur var eisini at gera broytingar.

Hann vísti á, at tað landið, vit hava nú, er ikki tað sama, sum fekk heimastýri fyri 50 árum síðani.

­ Tá var Danmark ein sjálvstøðugt land. Tað er tað ikki longur. Nú er tað ein rættiliga neyvt samanskipaður partur av ES

­ Og ein partur av tí stjórnarvaldi, sum Danmark tá hevði, er tí í Brússel nú.

Jóannes Eidesgaard vísti á, at vit hava óteljandi dømi um, at Danmark er komið í tvístøðu, táið tað hevur skula vart áhugamálini hjá Føroyum og Grønlandi, tí tey hava gingið ímóti áhugamálunum hjá ES - og tey hava havt størri týdning fyri danska statin.

­ Hvussu ofta hevur danska stjórnin t.d. ikki stungið føroyingar og grønlendingar í bakið í hvalaveiðimálum, tí teir tá hava tikið lógvatak við teir stóru í Brússel, heldur enn við ríkinum.

Formaður Javnaðarfloksins vísti eisini á at føroyska samfelagið er nógv broytt, og ment, síðani vit fingu heimastýrið.

­ Tað eru somuleiðis fleiri málsøki frammi í dag, sum slett ikki vóru til í 1948 og sum skulu takast við í eini nýggjari uppgerð við Danmark.

­ Vit hava nógv dømi um, at karmarnir í heimastyrislógini eru sprongdir, til frama fyri Føroyar. T.d. føra vit sjálvi fiskivinnusamráðingar við onnur lond, hóast hetta er felagsmál og hoyra heima undir uttanríkisráðnum.

­ Í eini 12-15 ár hevur javnaðarflokkurin arbeitt fyri at broytt hesi viðurskifti. Men tað er ongin loyna, at serliga bankakreppan og búskaparkreppan hevur ført við sær, at vit halda, at nú er tíðin komin at broyta viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark.

­ Vit vita nú, at danska stjórnin hevur sett heimastýrislógina úr gildi. Teir hava m.a. lagt seg út í føroysk sermál og kravt broytingar á eitt nú í skattmálum og í fiskivinnumálum.

­ Somueliðis vita vit eisini nú, at lógfrøðiliga kann fólkatingið broyta heimastýrislógina um tað vil.

­ Og tað seinasta er, at tann politiska-búskaparliga nevndin hjá fólkatinginum hevur sett spurnartekin við avtaluna um undirgrundina, og um ráevni í undirgrundini eru føroysk ogn ella ikki.

­ Tí er tað avgjørt neyðugt at broyta viðurskiftini ímillum Føroyar og Danir og fáa greiði á teimum.

­ Og eg haldi, at tað er neyðugt at vit sjálvi taka stig til tað, áðrenn danir krevja tað av okkum.

­ Tí hava vit einaferð enn lagt málið um stjórnmálanevndina fyri tingið, segði Jóannes Eidesgaard.

­ At siga, at ongar broytingar eru neyðugar, er at stinga høvdið í sandin. At krevja loysing er tað eisini. ­ Tí báði Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin vita, at teirra stívrenda støða hevur ongan møguleika at vinna politiskan frama. Tí eru teir báðir flokkarnir besta trygdin fyri, at yvirhøvur onki hendur, segði formaður Javnaðarfloksins.

Hann segði, at tað var púra misskilt, at at siga, at Javnaðarflokkkurin vildi gera upp við ríkisfelagsskapin.

­ Men vit vilja gera upp við heimastýrislógina.

­ Og tað er púra misskilt at halda, at okkara uppskot um sjálvstýrislóg fer at kollvelta samfelagið. Tí tað er ikki politiskur meiriluti fyri

­ Tað er ov lætt sloppið av Óla Breckmann at siga, at vit skulu hava eina fíggjarlóg, sum javnvigar við 2 milliardum. samstundis sum hevur sitið í eini samgongu, sum hevur økt fíggjarlæogina, so at hon nú er farin upp um 3 millirdir. Og hon verður ikki lækkað eina milliard, uttan at tað svíður í hvørjum króki í landinum.

­ Tað er eisini ov lætt av Tjóðveldisflokkinum at siga, at blokkurin skal skerast burtur og so skal fíggjarlógin lagast eftir tí. Tað fer eisini at merkjast í hvørjum króki.

­ Tað, vit mæla til, er fara undir eina menning, har vit so líðandi átaka okkum størri skyldur, so hvørt vit eru før fyri tí, men uttan at offra vælferðina hjá vanliga føroyinginum.

­ Tað er einasta gongda leiðin, at vit átaka okkum skyldur, so hvørt vit orka, og at vit fáa vent og styrkt búskapin so at vit eisini verða búskaparliga frælsir.

­ Men búskaparliga frælsið er avgjørt fortreytin fyri politiskum frælsi.


Bara ein vegur

Formaður Tjóðveldisfloksins á tingi, Heini O, Heinesen segði, at avleiðingin av heimastýrislógini er, at Føroyar fóru á húsagang.

­ Tað eru ikki danir sum hava skyldina av hesum, tað hava vit okkara skyld í.

­ Tað, sum er hent er ,at nú er danskur politikkur førdur inn á Føroyar. Føroyar eru blivnar ein kastibløka í donskum politikki.

­ Eg eri púra sannførdur um, at tað verða ongar broytingar í ríkisfelagsskapinum so leingi vit liva undir donsku grundlógini.

­ Føroyar eru ein danskur ognarlutur og vit vita øll, at yvirvaldsrætturin yvir undirgrundini er í Danmark.

­ Nógvir føroyingar føla ríkisfelagsskapin sum eitt fíggjarligt trygdarnet undir Føroyum.

­ Men vit vita, at í 1992 var hetta trygdarnetið tikið undan okkum.

Nú eru tað vit, sum skulu betala, men danir, sum skulu valda.

Heini O. Heinesen segði, at tað kann prógvast, at danir hava vunnið nógvar pengar uppá ríkisfelagsskapin við Føroyar.

­ Tað kemst av, at vit innflyta at kalla allar okkara vørur úr Danmark og tað kastar so nógv arbeiðið av sær Niðri, at tað meir enn uppvigar ríkisstuðulin til Føroyar.

Hann helt, at hetta vísti, at vit hava nógv at tosa við danir um.

­ Tað er allastaðni so, at lond, sum hava hjálond, hava skyuldu at hjálpa teimum at gerast sjálvbjargin.

­ Tí er neyðugt at taka loysing fyrst og so at samráðast við danir.

Hann helt, at uppskotið um at seta stjórnmálanevnd var var ein smartur máti at beina fyri øllum stigum á sjálvstýrisleið tey næstu, nógvu árini.

­ Tí samtykkir løgtingið hetta, verður tað kravið frá javnaðarflokkinum í møguligum, komandi samgongusamráðingum at flokkarnir, teir samráðast við, halda seg til løgtinsins samtykt.

­ Tvs, at verður hetta samtykt, hevur miðjan í føroyskum politikki niðurbundið allan føroyskan sjálvstýrispolitikk í ævigar tíðir, segði formaður Tjóðveldisfloksins.