Føroya Felag Móti Krabbameini saknar eina krabbameinsætlan, sigur formaðurin í felagnum, Jákup N. Olsen. Eina langtíðarætlan, har sett verður upp, hvussu krabbamein kann fyribyrgjast ella lekjast, um sjúkan rakar. Men eitt tað mest umrøðaðandi er fyribyrging. Og har er tað tann einstaki sjálvur, sum er bestur at fyribyrgja. Tað ræður um at fylgja við og vera varugur við alt, sum kann benda á krabbamein. Og ikki minst at boða frá og fáa viðgerð so skjótt sum yvirhøvur gjørligt.
Og í teimum førum, har sjúkan er staðfest og ikki kann lekjast, er ynskiligt við eini »palliativari« viðgerð vísir hann á. Tað er viðgerð, sum, hóast hon ikki lekir sjúkuna, ger tað seinasta skeiðið, sjúklingurin hevur eftir at liva, til eitt virðiligt og pínuleyst tíðarskeið.
Føroya Felag Móti Krabbameini hevur 25 ár á baki, og formaðurin heldur, at nú er tíðin komin til, at vit í Føroyum fáa eina krabbameinsætlan, eins og tey hava í øllum vælferðarsamfeløgum. Men hendan ætlanin má ikki vera nøkur avskrift av eini fremmandari ætlan. Hon má vera føroysk. Gjørd í Føroyum til føroysk viðurskifti, sigur hann. Føroya Felag Móti Krabbameini arbeiðir framvegis við at ávirka mynduleikarnar til at fáa eina krabbameinsætlan í Føroyum.
Eisini hevur Føroya Felag Móti Krabbameini roynt at ávirka heilsumyndugleikarnar, so álvarsliga sjúkir krabbameinssjúklingar kunnu fáa tilboðið at velja at fáa røkt og viðgerð heima ella á einum øðrum stað uttan fyri tað vanliga sjúkrahúsið.
Fyri fýra árum síðan setti táverandi landsstlyrismaðurin við almanna- og heilsumálum, Helena Dam á Neystabø, ein arbeiðsbólk at gera uppskot til hospice.
Árið eftir, í 2001, varð latið landsstýrismanninum eitt álit við uppskoti um, hvussu hetta kundi gerast. Felagið hava roynt at ávirka heilsumyndugleikarnar, so álvarsliga sjúkir krabbameinssjúklingar kunnu fáa tilboðið at velja at fáa røkt/viðgerð heima ella á einum øðrum stað uttan fyri tað vanliga sjúkrahúsið.
Skráseting
Tað krevur neyva skráseting, áðrenn farast kann undir eina slíka ætlan, sigur Jákup N. Olsen. Men nú so mikið er fráliðið, síðan byrjað varð at skráseta krabbameinstilburðir í Føroyum, metir hann, at tað tilfar, sum krevst, er tøkt, og at tað tí kann farast undir eina slíka ætlan. Tað er Landssjúkrahúsið, sum skrásetir krabbameinstilburðirnar í Føroyum.
Neyvt skal finnast fram til, hvørjar sjúkur skulu vera við í slíkari ætlan. Tí ikki allar krabbameinssjúkur eru líkar. Langt frá tí. Gjørd verður so ein ætlan fyri, hvussu tann einstaka sjúkan kann fyribyrgjast og viðgerast.
Sett verður út í kortið, hvussu ein slík ætlan skal síggja út. Hon verður sett upp í fimm punktum, sigur Jákup N. Olsen.
1.Fyribyrging
2.Diagnostik
3.Viðgerð
4.Rehabilitering
5.Palliativ viðgerð
Palliativ viðgerð verður á donskum lýst soleiðis:
»Ifølge WHO forstås ved palliation den totale og aktive omsorg for patienter, hvis sygdom ikke responderer på kurativ behandling, d.v.s. lindrende behandling uden egentlig helbredende sigte. Målet med den palliative indsats er behandling, pleje og omsorg, der giver patienten bedst mulig livskvalitet i den sidste tid og en værdig død.
Palliativ behandling optager stort set alle faggrupper inden for sundhedsvæsenet. Senest har også Lægeforeningen udarbejdet en handlingsplan for en styrket palliativ indsats for herigennem at medvirke til at give bedre behandling samt styrke uddannelsesmulighederne på området.
Palliativ behandling og pleje kan i princippet tilbydes i forskellig regi: På sygehusafdelinger, på plejehjem, i hjemmet og på hospice. En styrket palliativ indsats over for døende patienter kræver en etisk og en politisk stillingtagen og prioritering.«
Tað birtist tó vón fyri, at slík viðgerð kann fáast í Føroyum í næstum, sigur Jákup N. Olsen.
Settar eru 500.000,- krónur á fíggjarlógina til eitt sonevnt palliativt toymi, sum skal kunna ráðgeva og helst eisini viðgera sjúklingar, greiðir hann frá. Har er talan um læknar, sjúkrasystrar, sálarfrøðingar og fólk annars úr heilsuverkinum.
Velja sjálv
Tað er umráðandi, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini, at fólk sjálv sleppa at velja, hvar tey eru stødd ta seinastu tíðina, tey stríðast við krabbamein.
Í dag er einki val. Tey skulu liggja á einum sjúkrahúsi og har vera undir eftirlitið av teimum starvfólkum, sum har eru.
Var tað hinvegin soleiðis, at vit høvdu eitt »hospice«, ella at fólk høvdu møguleika fyri at velja at liggja heima hjá sær sjálvum og doyggja undir eftirliti, er eingin ivi um, at nógv høvdu valt tað. Og her er tað so millum annað, at tað palliativa toymið kemur inn í myndina. Til dømis at heimasjúkrasystirin, sum er um sjúklingin, kann ráðføra seg við serlæknan á sjúkrahúsinum, ella hvørjum tað nú er brúk fyri.
Statt uppaftur
Minst líka týdningarmikið sum at fyribyrgja sjúkuni, er tað at koma í gongd aftur við gerandisdagin, eftir at staðfest og viðgjørd sjúka er lekt, sigur formaðurin í Føroya Felag Móti Krabbameini. Tí viljin er sterkasta svørðið, sum sungið verður, og er viljin ikki við, verður úrslitið ikki altíð nóg gott.
Men tíbetur eru tað rættiliga nógv pluss heldur enn minus á kontuni hjá okkum, sigur hann. Tað gerast alt fleiri frísk eftir viðgerð, og tað kunnu øll gleðast um.
?Krabbamein er ikki meira nakar deyðadómur. Viðgerðarhættirnir eru nógv mentir bara ta tíðina okkara felag hevur verið til, sigur Jákup N. Olsen. Og við teirri gransking, sum alla tíðina er, verður tað bara betri og betri.
Eisini tá tosað verður um sjálva viðgerðina, sum givin verður, er vitanin nógv betri nú enn fyrr. Eitt nú hvussu nógvur heilivágur skal nýtast. Hvat ger hjáárin, og nær skal viðgerðin verða givin?
Vóna betri umstøður
Eitt hjartasuff hevur formaðurin í Føroya Felag Móti Krabbameini tó. Tað er til teirra, sum sita á almenna pengakassanum.
Jákup N. Olsen heldur ikki, at tað er nóg gott, at eingin patologur er í Føroyum. Hann hevur nú manglað í fleiri ár, og ein slíkur er neyðugur, staðfestir hann.
Eitt annað, sum manglar í Føroyum, er ein onkologur. Ein kyknuserfrøðingur.
Ein avtala er við Ríkissjúkrahúsið um, at ein onkologur og ein sjúkrasystir koma fýra ferðir árliga til Føroya. Men tað er bara næstbesta loysnin. Betri hevði verið, um ein slíkur var fast í Føroyum, sigur Jákup N. Olsen.
Hann sigur eina undanførslu vera, at fólkatalið er so lágt í Føroyum, og at tað tí ikki er nóg spennandi og avbjóðandi hjá einum onkologi at arbeiða her.
Men tí vísir formaðurin í Føroya Felag Móti Krabbameini aftur og vísir til Álands, har har tað búgva eini 20.000 fólk færri enn í Føroyum.
?Har hava tey ein onkolog fast, og hann hevur meira enn nokk at gera, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Føroya Felag Móti Krabbameini.