Aling
Uppi á Glyvradali ? ella uppi á Dal, tey rópa ? hevur smoltstøðin hjá Bakkafrost eina miljón smolt gangandi.
Hans Jacobsen sigur, at felagið hjá teimum hevur aling á Lambavík, og ætlanin er at sleppa at seta fisk út á Gøtuvík til várs.
- Í løtuni veit eingin, hvussu verður, men verður okkara smolt sett út til várs, seta vit tað út sjálvir. Sum er, bíða vit eftir svari frá fíggingarstovnunum.
Eins og fleiri smoltstøðir hava havt ávísarar avtakarar, sum á ein ella annan hátt eru flættaður inn í virksemi, hevur alingin hjá Bakkafrost verið avtakari av smolti, sum framleitt verður á smoltstøðini uppi á Dal.
Bíðað sum longst
Hans Jacobsen heldur tað vera optimistiskt, um roknað verður við, at 3-5 miljónir smolt verða sett út í vár.
Hann gevur Sofusi Johannesen, nevndarformanni í Gjáarsmolti, rætt í, at nógvar miljónir smolt verður dripið á smoltstøðunum kring landið í hesum árinum
- Nógvar smoltstøðir hava bíðað sum longst við at drepa smolt, og tí kann ikki roknast við, at ráðiligt er at goyma smoltið longri enn hetta árið aftrat, tí til tess gerst fiskurin ov gamal.
Hans sigur annars, at Bakkafrost hevur góðar royndir við eisini at seta smolt út um heystið.
- Alt avhongur av fíggingini, sum aftur avhongur av prísútlitunum. Eg trúgvi ikki, at nøkur smoltstøð ella alistøð kennir seg trygg við at seta smolt út, soleiðis sum støðan er
Sær dapurt út
Hans Jacobsen heldur, at samanumtikið sær ikki gott út við smolt-og laksaalingini í Føroyum í løtuni.
- Onkur klárar seg kanska eitt sindur betur enn onkur annar. Men sum heild, er myndin rættiliga eins. Onkur er hart raktur av sjúku ? og aðrir eru komnir illa fyri at lágu prísunum.
Hann sigur, at tað, sum er hent alivinnuni við sjúku og serstakliga lágum prísum á marknaðinum, var verri enn tað ringasta, ið hugsast kundi.
- Eg veit ikki, hvussu verður við smolt-og alivinnuni í framtíðini, men greitt er, at aktivitetirnir verða minni í eina tíð. Váðin er so stórur, og harvið er ógvuliga torført at fáa fígging til virksemið.
Eru uppsettir
Hans Jacobsen sigur, at lánistovnarnir eru ógvuliga uppsettir at fáa trygd í øllum, sum lænt verður til, og tað er skiljandi, nú útlitini eru so døpur.
- Vit mugu bert vóna og biðja eftir, at viðurskiftini broytast, soleiðis at smolt-og alivinnan ikki fer fyri bakka, sigur Hans Jacobsen at enda.