Vit skuldu havt skotið meiri

Føroyski álopsspælarin góðtekur, at hann varð skiftur út, tí spælið varð ikki skipað soleiðis, at hann og Zuma kundu fáa nógv burturúr

ÚTISETI

SOSIALURIN-KEYPMANNAHAVN: Tað skal stríðast og drívast á, inntil dómarin hevur bríkslað fyri síðstu ferð. Tað vita øll, sum fáast við fótbólt, og veruleikin í hesum varð rudduliga undirstrikaður mikukvøldið á Brøndby stadion. Dómarin legði fýra minuttir afturat vanligu leiktíðini (TV3 fekk tað til at vera tríggjar minuttir), og vísarin var farin meiri enn tvær ferðir eyka runt, tá ið FCK fekk málið, sum bar við sær, at nú eru tað fyrst og fremst teir, sum sunnudagin skulu gera av, um teir skulu vinna DM ella ikki.
- Á stutta taktikkfundinum, sum vit høvdu, áðrenn vit fóru út í Brøndby, segði Hans Backe við okkum, at tað skuldi stríðast og spælast alla tíðina. Eisini eftir at vanliga leiktíðin var farin, og so legði hann afturat, at tað bar væl til at fáa avgerandi málið, tá ið 93 minuttir vóru farnir, visti Todi Jónsson at siga, tá ið stríðið var av, og sigurssælir FCK spælarar og leiðarar hittu pressuna.
Trúði tú uppá tað?
- So leingi, sum tað bara snýr seg um eitt mál, og tað framvegis verður spælt, so er møguleikin har. Men sjálvandi sá tað svart út, tá ið tað var so lítil tíð eftir. Eg haldi, at Brøndby gjørdi eitt stórt mistak, tá ið teir sum 2. hálvleikur leið, høvdu alt meiri hug at traðka á bremsuna. Soleiðis er tað bara. Uttan at vita av tí, so leggur tú alt størri dent á verjuspælið, tá ið tað líður ímóti dystarenda, og tú situr við langa endanum. Men nú eydnaðist tað hjá okkum, og harvið er tað upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu vinna DM ella ikki. Men tað er týdningarmikið at hava bæði beinini á jørðini og minnast til, at vit hava ikki vunnið DM enn.
Men tað verður neyvan nakar trupulleiki?
Treytin er, at vit sunnudagin skulu vinna ímóti AGF í Parkini. Brøndby fer heilt víst at vinna í Silkeborg. Um teir gera tað, so verður neyðugt hjá okkum at fáa øll stigini ímóti AGF, tí Brøndby hevur betri málmun, enn vit hava. Tí er ikki nóg mikið við javnleiki hjá okkum. Men tá ið vit eru komnir so mikið langt, at tað er upp til okkum sjálvar at gera av, um vit skulu vinna DM ella ikki, so eiga vit at megna uppgávuna. Um vit ikki fara at gera tað og missa meistaraheitið, so hava vit ikki uppiborið at vinna tað. Men tað verður í hvussu so er eingin trupulleiki at seta okkum upp til avbjóðingina.


Torførar umstøður
Todi Jónsson var á vøllinum fyrsta tíman. So varð hann skiftur út við Peter Møller.
Fekst tú at vita í steðginum, at tú ikki fórt at vera so leingi á vøllinum eftir steðgin?
- Nei, tað søgdu teir einki um. Men tað kom ikki heilt óvæntað á meg, at eg varð tikin út. Tað var ikki fyrrenn í síðstu viku, at eg aftur var førur fyri at venja við fullari ferð, eftir at eg havi verið skaddur í næstan tríggjar vikur. Eg havi runnið, men eg havi ikki fingið vant saman við hinum fyrrenn fyri einari viku síðani. Eg havi heldur ikki spælt so nógv. Tí sigur tað seg sjálvt, at dystarvenjingin ikki er, sum hon eigur at vera.
Ert tú nøgdur við avrikið hjá tær hesa ferð?
- Eg haldi ikki, at vit í álopinum høvdu so nógvar møguleikar. Spælið hjá okkum myndaðist upp á tann mátan, at tað fyri tað mesta vórðu langar sendingar, sum vóru lagdar fram ímóti Zuma og mær. Per Nielsen og Dan Anton Johansen í miðverjuni hjá Brøndby eru sera góðir í luftspælinum. Tað er lættari hjá verjuspælarunum, sum so at siga venda rætt, og torførari hjá álopsspælarunum, sum venda skeivt, tá ið høgu sendingarnar koma. Tí var tað torført hjá okkum.
Kundi tú havt gjørt okkurt øðrvísi í kvøld?
- Aftaná eitt sovorðið drama hugsar man støðurnar fleiri ferðir umaftur. Sum sagt so fingu vit ikki so nógv at arbeiða við har frammi. Onkra ferðina fingu vit bóltin uttanfyri brotsteigin hjá teimum. Tá royndu vit at spæla okkum ígjøgnum, men tað var torført, tí teir vóru so nógvir rundanum okkum. Kanska áttu vit at verið meiri avgjørdir og heldur roynt við skotum. Tá ið so nógvir eru fyri, so er møguleikin størri fyri, at málverjin sær bóltin og seint, ella at bólturin tekur í onkran verjuspælara og harvið kanska snýtir málverjan.