Er tað yvirhøvur ein almenn uppgáva at hava eitt Kringvarp?
Kaj Leo Holm Johannesen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at tað er ein spurningur, allir løgtingslimir eiga at seta sær.
Sjálvur heldur hann, at tíðin er farin frá, at hvør einasti føroyingur verður tvingaður til at rinda eitt fast gjald til Kringvarpið yvirhøvur.
Hann heldur, at vit skulu hava eina skipan, har hvør einstakur rindar fyri tær sendingar, vit hava hug til at hoyra, ella síggja.
Hann dugir ikki at síggja, at privat ikki kunnu gera líka góðar sendingar, eitt nú útvarpssendingar.
- Eg haldi ikki, at tað er rímiligt, nú vit skjótt skriva 2016, at allir føroyingar skulu verða ”tvangsinnlagdir”, til at rinda eitt so høgt kringvarpsgjald. Tíðin er farin frá tí, heldur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin
Hann saknar eisini, at privatfólk í nógv størri mun sleppa framat at gera sendingar til Kringvarpið, bæði útvarpið og sjónvarpið.
Men fer hetta ikki at beina fyri Kringvarpinum?
- Nei, tað fer tað ikki sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Hann er púra sannførdur um, at tað er eitt nóg stórt tal av fólki, sum sjálvboðin eru sinnað at rinda fyri eitt føroyskt kringvarp til at tað kann virka á fullgóðum grundarlagi.
- Tað er eingin ivi um, at summar sendingar høvdu verið lúkaðar burtur, men eg ivist ikki á, at vit høvdu kunna havt eitt fullgott kringvarp.
Nú er Kaj Leo Holm Johannesen tingmaður fyri Sambandsflokkin. Sum vit lósu her á www.in.fo í gjár, eru tað fleiri fólkafloksmenn, sum eru samdir við honum, og tað teir tingmenninir fyri Miðflokkin eisini.
Les eisini: Tað skal vera sjálvboðið at rinda kringvarpsgjald
Allir hesir flokkar sótu í samgongu í farna valskeiðið, og spurningurin er, hví teir ikki so avtóku kringvarpsgjaldið, tá ið teir høvdu møguleikan?
- Trupulleikin var, at tað var ósemja í teimum ymsu flokkunum um tað, og tí fekst ikki meiriluti fyri tí í samgonguni, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.