- Túrurin tók nógv longri tíð, enn vit høvdu væntað, so tá vit komu niðan á toppin, vóru vit rættiliga útlugvaðir.
Orðini eiga teir báðir John Petersen og Bergur Mikladal. Í seinnapartssendingini á Rás2 hósdagin greiddu teir frá túrinum niðan á Ytra Koll, sum liggur beint sunnan fyri Risan og kellingina. Tað sigst, at eingin hevur verið á Ytra Kolli seinastu 70 árini. Tann 15. Juni eydnaðist tað teimum báðum vinmonnunum at koma niðaná.
- Tað var ein góð kensla, tá vit endiliga stóðu uppi á toppinum, men onkursvegna var tað eisini gott, at túrurin var yvirstaðin, tí tað gjørdist drúgvur túrur. Drúgvari enn vit høvdu væntað, sigur Bergur Mikladal, og John Petersen heldur fram:
- Eg haldi, at tað var heilt serligt at standa á toppinum á Ytra Kolli, tí mann veit, at eingin hevur verið har í so nógv ár, sigur John Petersen.
Hóast túrurin gekk væl, dylja John Petersen og Bergur Mikladal ikki fyri, at talan var um ein strævnari túr, enn teir høvdu væntað.
- Tíverri høvdu vit ikki nokk av vatni við okkum á ferðini. Vit høvdu roknað við at brúka eini fimm tímar upp á at koma niðan á Ytra Koll, men tað vísti seg at taka umleið nýggju tímar. Vit høvdu undirmett tíðina og kanska eisini túrin sum heild, sigur John Petersen.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr alla samrøðuna við John Petersen og Berg Mikladal, har teir eisini greiða frá, hví tann triðji maðurin á ferðini, ikki megnaði at koma niðan á Ytra Koll.