Vunnu men taptu samlað fyri sveisisku meistarunum

Gunnar Vatnhamar og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík fullu við æru móti FC Thun

Gunnar Vatnhamar ger sítt besta fyri Víking Reykjavík tað sum eftir er av august áðrenn leiðin gongur til Vejle.

 

Í kvøld spældi Gunnar allan dystin, tá Víkingur Reykjavík á Víkingavøllinum vann 3-2 á sveisisku meistarunum, FC Thun í seinna dystinum í triðja undanumfarinum í Europa League. Ein flottur sigur, men sveisiska liðið vann 3-0 á heimavølli, og teir vinna tí ein samlaðan 5-3 sigur.

 

Víkingur Reykjavík-FC Thun (Samanlagt 5-3 til Thun)

0-1 Fabio Fehr ('10 )

1-1 Gylfi Þór Sigurðsson ('16 )

1-2 Brighton Labeau ('35 )

2-2 Stígur Diljan Þórðarson ('37 )

3-2 Valdimar Þór Ingimundarson ('55 )

 

Í røkk støkk umfarinum til deildarspælið í Conference League skal Víkingur spæla tveir dystir móti bosniska liðnum, Borac Banja Luka,

 

Longu sunnukvøldið klokkan 19 spælir Víkingur útidyst í bestu íslendsku fótbóltsdeildini móti FH.